Málaraskaldið 100 ár

 Tað ber til at hóma okkurt nýtt, bæði gott og ringt, tá verkini hjá einum gomlum málara verða savnað saman, sigur Kinna Poulsen m.a. í sínum ummæli av framsýningini Mikines 100 ár í Listaskálanum í Havn

Kinna Poulsen




Tað kann næstan tykjast sum ein keðiligur óvani; hesin ovurhondshugur at nýta allar møguligar meira og minni týðandi føðingardagar sum páskot fyri at skipa fyri listaframsýningum í staðin fyri at sýna fram, tá listafólk ella kuratorar hava okkurt serligt listarligt uppá hjarta. Men tá nú sjálvur vegarin og faðirin at føroysku yrkismyndlistini, tann fyrsti føroyingurin, ið bæði gekk á kunstakademi og sum alt lívið livdi av og við myndlistini verður 100, so man bakstøðið sigast at vera í lagið hjá Listasavni Føroya at skipa fyri stóru føðingardagsframsýningini við verkum hjá Samuel Elias Joensen-Mikines (1906-79), sum er at síggja í Listaskálanum inntil Grækarismessu. Og hóast fyriskiparin, Helgi Fossádal í sínum úrvali tykist hava raðfest breidd og nøgd fram um góðsku, verður tilmælt øllum at gera sær sjálvum ta tænastu at vitja framsýningina og har uppliva málaraskaldið í øllum sínum fjølbroytni


Stór framsýning
Verkini á framsýningini eru kanska ikki 100 í tali, men nærum. Eg taldi 97 verk og hetta var umframt fotomyndir, film og gomul málaraamboð hjá Mikines, ið eisini eru framsýnd saman við einari skitsubók. Tað er áhugavert at síggja, hvussu málarin hevur skrivað á pappírið hvønn lit, hann skal brúka hvar. Eitt lítið dømi uppá tað, sum Bárður Jákupsson nevnir í bók síni um Mikines og sum hann víðari lýsir við hugtakinum málaraskald um hetta, at Mikines skrivaði á og um sínar myndir til tess at minna seg sjálvan á litin og huglagið, hann vildi hava fram í myndini. Einastaðni hevur málarin t.d. tilskilað á skitsuna, at ein litur á luftini skal vera líklittur. Um heimligu litirnar sigur hann: Enn nøkur orð um litirnar. Her í oyggjunum brótast teir á undurfullan hátt av vætuni í luftini, ið mangan spjaðir ljósið. Hetta havi eg upplivað, tá ið hav og himmal smelta saman í ljósareyðar og gráar tónar við glansi sum í kúvingsskel ella í ljósfossum, sum í veldigum veðurdrama knappliga kastast niður millum dimmar skýbólkar og lýsa á havið, klettarnar, tað grøna grasið og tey svørtu húsini. Í báðum førum er hetta sterkt, men samstundis mjúkt ljós. Tað er hugtakandi.... (Bárður Jákupsson: Mikines, s.45). Dømið vísir hvussu væl Mikines dugdi at orða seg skaldsliga, men bendir eisini á hvussu tengdur hann var listarliga at føroysku náttúruni.


Breiddin raðfest
Fyri atfinningarsama listaáskoðaran tykjast framsýndu myndirnar frá 1920´unum einamest sum eitt slag av kuriosum, sum vánaligar áðrenn-myndir, eins og onkrar av teimum seinastu myndunum kanska heldur ikki áttu av verið við á framsýningini. Framsýningin hevði staðið sterkari, um bert tær góðu myndirnar vóru við. Hinvegin er tað sjálvandi undirhaldandi at uppliva breiddina, at síggja tær fyrstu royndirnar og fylgja menningini.


Tematisk skipan
Framsýningin er skipað í evnisligum heildum soleiðis at skilja, at grindadráps- og dansimyndir hanga í einum av teimum høgu rúmunum, ið nevnist pyramida 1. Tær myrku deyðamyndirnar hanga har tær plaga í pyramidu 2, meðan gamli salur fyri tað mesta rúmar landslagsmyndum úr ymsum tíðarskeiðum. Tvey av teimum smærri rúmunum eru tikin í brúk og har hanga ávikavíst myndir av Bornholm og altartalvumyndir og skitsur. Sonevnda grafikkgongin inniheldur áðurnevndu ungdómsmyndir, nakrar framúr góðar portrettmyndir, ið kundu hingið betri, nakrar av teimum góðu myndunum av fólkum við havi, landslagsmyndir osfr. Hesin seinast nevndi parturin av framsýningini fevnir um verk frá 1927 fram til 1974 og er tann, ið er mest ørkymlandi og ymisligur bæði viðvíkjandi góðsku og stíli. Ynskið hjá framsýnaranum hevur bæði verið at fáa so nógv sum gjørligt við á framsýningina og samstundis hava eina lítla rest av teirri føstu framsýningini hangandi. Heildin hevði verið betri, eins og betur pláss hevði verið fyri teimum góðu myndunum, um t.d. allur Listaskálin varð tikin í brúk til slíkar stórar afturlítandi framsýningar. Leikluturin hjá listasøvnum er eyðvitað sera nógv broyttur í mun til fyrr, tá listasøvn svaraðu til teirra heiti og heilt einfalt vóru søvn av list, sum tú kundi koma at hyggja at. Í dag er sjálv formidlingsuppgávan hjá listasøvnum størri. Amtørfilmurin, sum Kári Mikines hevur gjørt um pápa sín er eitt viðkomandi innslag, men tað kundi verið áhugavert við meira av teksttilfari, ið greiddi frá listini hjá Mikines í teimum ymisku tíðarskeiðunum og ávirkanini frá ymiskum listarákum og -fólkum. Um allur skálin varð tikin við, hevði pláss verið fyri við myndadømum og frágreiðingum um júst á hvønn hátt Mikines var ávirkaður av Edvardi Munch, Ejnari Nielsen osfr.


Íblástur
Tá undirritaða á rundvísingum og fyriliestrum nevnir listarligar ávirkanir í samband við Mikines verður tað ikki altíð tikið væl upp av listaáhugaðum, sum halda, at rikið verður framundir, at Mikines var ein hermari. Hetta er sjálvandi ikki so. Mikines var tvørturímóti so egin sum listamaður, at hann bæði megnaði at skoða út um bøgarðarnar og samstundis helt fast í sær sjálvum. Í Danmark vóru nógvar fyrimyndir, t.d. Isakson, Weihe, Søndergård osfr. Hann var eisini í Paris, har hann m.a. sá eina framsýning við tí merkiliga, expressiva 1600-tals meistaranum El Greco og ivaleyst sá hann eisini undanmann kubistanna, Cézanne og aðrir úrmælingar, sum hann varð hugtikin av og sum inspireraðu hann á ymsan hátt. Á ferð í Noregi sá hann verkini hjá Edvardi Munch, sum kanska var tann listamaðurin, hann kendi tættasta listarliga skyldskap við. Ejnar Nielsen var lærari hjá Mikines á kunstakademinum árini 1928-1930, men teir gjørdust vinmenn fyri lívið og Mikines helt áfram eitt nú í brævasambandi at taka móti listarliga vegleiðing frá lærara sínum. Tá Ejnar Nielsen doyði í 1956 skrivaði Mikines eina minningargrein um læraran og har stóð m.a.: Menniskjuni hjá Ejnari Nielsen liva og líða á myndarflatanum í tignarligum friði. Ein stillur tragiskur dámur bragdar gjøgnum alla komposisjónina og styrkist enn meir av tí asketiska litavalinum. Við tí sameinir hann á meistarligan hátt form og innihald. Linjunnar vakri strangleiki, einfalda monumentala komposisjónin, staklutanna ríka spæl innan heildina eru eyðkendir eginleikar hjá list hansara... Lýsingin kundi eins væl snúð seg um eina mynd hjá Mikines sjálvum, serliga tær myrku, monumentalu myndirnar úr 30´unum og partvíst 40´unum, har myndamálið er einfalt, asketiskt at kalla, har alt tað, ið er óneyðugt fyri sjálvt innihaldið, er burturbeint. Fólkini tykjast ofta av-individualiseraði, soleiðis at skilja, at myndin ikki snýr seg um júst hesa konuna ella handan mannin, sum doyði, men um sjálvt deyðan sum universala lívstreyt. Myndirnar hjá Ejnari Nielsen tykjast nógv meira forfínaðar, detaljeraðar og miðevropiskar í mun til tær hjá Mikines, sum eru einfaldari, tyngri og meira norðurlendskar at síggja til. Allíkavæl er einki at ivast í, at Ejnar Nielsen hevur verið til stóra inspiratión hjá Mikines. Listarliga støði hjá Ejnari Nielsen lá upprunaliga í realismuni, at lýsa fólk og náttúru, men stílurin gjørdist so líðandi meir og meir symbolistsikur. Eitt dømi um hesa gongdina er kenda myndin Den blinde pige frá 1898, har gentan er nøkulunda realistiskt lýst við skuggum og valørum, meðan umhvørvið hevur ein óveruligan, at kalla paradisiskan dám. Landslagið er dekorativt. Svarti kjólin og tveir ringar á vinstra ringfingri geva eina ábending um, at blinda gentan er einkja. Myndin úttrykkir bæði samkenslu við henni, men samstundis verður hon monumentaliserað, hevjað upp sum ein, ið innantanna hoyrir, sær, ella uppfatar nakað, sum kanska er vakrari og meir umráðandi enn tann ítøkiligi veruleikin, sum vit onnur síggja. Sum í mongum myndum hjá Mikines, eru hendurnar hjá tí portrettaraða persóninum í fokus. Leggið til merkis hvussu úttrykksfullar hendurnar, sum handfara blómurnar, eru.


Skipini fara
Á framsýningini í Listaskálanum standa tær myrku myndirnar frá 30´unum serliga sterkt. Tær mongu av teimum plaga at hanga á føstu framsýningini, men ikki t.d. Skipini fara (1938), sum Mikines lýsir í einum brævi: ... ikki kann vera málað aðrastaðni í heiminum enn á hesum oyggjum. Føroyar eiga ongan idyl. Her ræður stormurin einsamallur, og ein langur vetur sveipar hav og land í sína veldigu vátu og ísakøldu kápu. Her føðist melankoliin og náttúruræðslan. Tekstbrotið ber boð um eitt dramatiskt, men eisini patetiskt og hátíðarligt sinnalag, ið sanniliga eisini sæst aftur í myndunum. Skipini fara er ein symbolsk-ekspressiv lýsing av eini hending, ið er lutfalsliga vanlig í eini fiskivinnutjóð, men sum Mikines hevur hevjað upp og dramatiserað til at snúgva seg um menniskjans lítilleika í tilveruni. Í forgrundini stendur ein kvinna, og um hana standa tvey børn. Meðan drongurin, ið hyggur eftir sluppunum í miðgrundini, sær rættiliga vanligur út, eru andlitini á hinum báðum átøk óhugnaligum deyðamaskum, ið bera boð um sakn, angist og deyða. Óhugnakenslan økist av bygnaðinum við tí monumentaliseraða menniskjabólkinum í forgrundini, hvørs andlit mynda ein trýkant, ið verður aftursvaraður av sluppunum, sum mynda ein øvugtan, óstøðugan trýkant. Perspektivið er eisini yvirdrivið soleiðis, at fólkini gerast øgiliga stór, meðan sluppirnar eru minkaðar niður í lítið og einki sum fyri at lýsa teirra lítilleika í mun til ta vandamiklu og lagnutungu ferðina. Eins og symbolistisku myndir Munchs er hendan merkt av einfeldi og samanheingi. Persónarnir eru av-indivitaliseraðir, kenslurnar altíð galdandi. Formarnir eru sera einfaldir, allar naturalistiskar detaljur eru at kalla burtur. Litirnir eru fáir og skipaðir í stórum, einslittum flatum. Dentur er lagdur á heildina. Alt hongur saman í myndini og alt er ein avleiðing av hvørjum øðrum.


Grønt
Tá slakar 100 myndir brádliga eru til taks í staðin fyri tær 20-25, ið vanliga eru at síggja í Listaskálanum, er kanska ikki so løgið, at tú leggur merki til okkurt, sum tú ikki hevur hugsað um fyrr í samband við listafólkið. Eg havi sæð bæði grindadráps- og dansimyndir hjá Mikines áður, men eftir at hava sæð 11 teirra í senn í einum rúmi gjørdist greitt, at mær slett ikki dámar tær. Hátíðardámurin, sum málarin megnar at stýra í teimum myrku myndunum, tykist í hesum myndum sjálvhátíðarliga nationalur. Bygnaðurin er spennandi, dramatiskur og møguliga inspireraður av fronskum romantikarum sum Delacroix og Géricault, men myndevnið tykist onkursvegna gamalt, fjart og ótíðarhóskandi, sum møguliga er áhugavert sum fólkalívslýsingar.

Hinvegin ger henda framsýning av álvara greitt, hvussu stórur koloristur Mikines eisini var við einari heilt serligari kenslu fyri reyðum og grønum. Ymsastaðni á framsýningini hanga grønar tulkingar av náttúruni í Mikinesi, ið skara framúr. Um hesar høvdu hingið saman, var samanhangurin greiðari, eins og góðskan hevði sæst betur. Tann einasta av hesum myndunum, ið er av álvara kend, er Norðan (1957), tann grøna, regnváta myndin við ælaboganum. Fleiri av hesum grønu myndunum, ið eru frá fimmti og sekstiárunum, minna um akvarelmyndir við tunnum litfarrum, ið flóta inn í hvønn annan. Dýpdin í grøna litinum tykist botnleys, samstundis sum gjørt verður vart við yvirflatan og tað tilfarsliga í litum og flatu við litblettum og rennandi máling.


Portrettmyndir
Portrettmyndir eru ofta málaðar til privata nýtslu, t.d. bílagdar av einstaklingum. Portrettmyndin av Mykineskonuni í Listaskálanum úttrykkir í vakurleika og kærleika nakað væl út yvir tað privata, og sama er galdandi fyri myndina, sum Mikines málaði av pápa sínum og sum kann upplivast á framsýningini í Listaskálanum inntil 12. mars. Hesi bæði portrettini skuldu saman við nøkrum fáum øðrum meistarligum portrettum fingið betur pláss á framsýningini. Í mun til hvussu væl tað lá fyri hjá Mikines at málbera seg um sína egnu og um aðra list, tykist tað løgið, at so lítið er gjørt burtur úr tí. Men sum heild er lítið gjørt burtur úr framsýningini tekstliga sæð. Framsýningarskráin er sostatt avmarkað til ein ótalmerktan lista við heitum, árstali og ávísing av hvør eigur myndirnar. Hetta er ikki nóg gott til eina framsýning sum hesa og møguliga er hetta eitt tekin um, at tann lovaði listfrøðingurin í Listasavninum enn ikki er farin til arbeiðis.

Á 100-ára degnum verður Mikines-kvøld við hugleiðing hjá Kára Mikines um pápan og fyrilestri hjá Aðalsteinn Ingálvsson, sum er í ferð við at skriva bók um Mikines. Mikines-kvøldið verður í Listaskálanum 23. februar kl.19.00