Mølby sigur nei til danskt felag

Nógvar søgur ganga nú um, hvør skal verða nýggjur venjari hjá FC Nordsjællandi, sum spælir í donsku superliguni. Eitt av nøvnunum, sum hevur verið nevnt, er fyrrverandi stórspælarin í Liverpool, Jan Mølby, men hann kemur neyvan upp á tal.
- Eg ætli mær ikki at verða venjari aftur. Tað er ein avgerð, sum eg og konan hava tikið. Mær dámar væl fótbóltsspælið, men eitt venjarastarv lokkar ikki, sigur Jan Mølby við BT.
Jan Mølby arbeiðir sum viðmerkjari til fótbóltsdystir  bæði á enskum útvarpsstøðum og á danska TV2.