Talan var ongantíð um stórvegis ivamál í Vestmanna mikukvøldið, tá kvinnurnar hjá VÍF og StÍF tókust.
Hóast VÍF í løtuni ikki hevur eitt lið, sum kann sammetast við tað, ið undanfarnu árini hevur vunnið so nógv, so slapp StÍF ongantíð veruliga framat í kvøld. Bara níggju mál gjørdist talan um tilsamans, og av hesum vórðu tey fimm skotin við brotskasti.
Fakta um dystin
VÍF-StÍF 24-9 (11-3)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 7(2), Annfríða Helgadóttir 4, Eyðritt Andreasen 4(1), Alis Høghamar 3, Tórunn Jónólvsdóttir 3, Linda Johannesen 2, Kirstin Helgadóttir 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 5(4), Rebekka Justinussen 2, Rósa Johansen 1, Poula D. Olsen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 10
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 5
Dómarar: Brandur Johansen & Heri Petersen.