Tíðindaskriv: Dagarnar 27. og 28. august verða umleið 50 norðurlendskir málfrøðingar savnaðir til fundar í Havn. Talan er um tann árliga norðurlendska málfundin, sum hesa ferð verður hildin í Føroyum. Tað eru tær norðurlendsku málnevndirnar, sum skiftast um at skipa fyri fundi. Á fundinum hittast umboð fyri málnevndirnar í Norðurlondum. Umboð eru úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Í ár er tað Føroyska málnevndin, ið skipar fyri. Hetta er 51. árið, at hesin fundur verður hildin. Seinast hann varð hildin í Føroyum var í 1998. Evnið fyri henda fundin er málnormering og málbroytingar. Stuðlað hava Málráð Norðurlanda, Tórshavnar býráð, Føroya banki, Føroya sparikassi, Letterstedtska föreningen, Smyril Line og Fróðskaparsetur Føroya.