Málið er at enda næstaftast

Føroyska U21-landsliðið í fótbólti spælir leygar- og sunnudagin sínar seinastu undankappingardystir í hesum umfarinum

Fótbóltur

 

Við í ferðalagnum úr Vágum til Kastrup var eisini føroyska U21-landsliðið í fótbólti. Setningarnir hjá teimum eru á útivølli móti Aserbadjan og Grikkalandi, og talan verður uttan iva um truplar uppgávur.

Føroyar vunnu heimadystin móti Aserbadjan, og tí er avgjørda málið at halda fast um plássið sum næst aftast í okkara bólki. Eitt mál, sum tó krevur í minsta lagi eitt stig á ferðini.

- Vit fara eftir einum stigi í Aserbadajn, so fara vit eftir einum stig. Og kunnu vit fáa trý, so eru tey sjálvandi vælkomin, sigur Bill McCloud Jacobsen, sum saman við Heðini Askham er venjari hjá U21-liðnum.

- Men vit vilja avgjørt ikki leggja trýst á nakran. Vit skulu royna okkum í nógvum hita og í púrasta ókendum umstøðum, so tað verður á ongan hátt nøkur løtt uppgáva. Og hóast ein javnleikur er málið, so verður vónbrotið ikki so heilt ræðuliga stórt, um tað miseydnast. Men tað vildi verið framúr, um vit klára at røkka málinum, sigur Bill.

Og tú óttast ikki umstøðurnar til dystin við nógvari ferðing, nógvum hita og øðrum?

- Nei. Soleiðis eru treytirnar nú einaferð. Tá Aserbadjan vitjaði hjá okkum, høvdu teir eisini eina strævna ferð aftan fyri sge, so hetta eru nú einaferð treytirnar, sigur Bill McCloud Jacobsen.