Málið er at fáa 10 fólk á sambandslistan

– Vit eru ikki liðug við listan enn, men vit vænta at verða tað fyrsta dagin

Tað sigur Johan Dahl, sum er formaður í Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksin í Havn.

Í løtuni hevur Sambandsflokkurin bara eitt umboð í Tórshavnar býráð. Tað er Annfinn Brekkstein av Velbastað, sum hevur verið einsamalla umboðið hjá Sambandflokkinum í býráðnum í høvuðsstaðnum seinastu trý valskeiðini, seinastu 12 árini.

Men Sambandsflokkurin hevur verið stórur í Havn, og hann hevur verið størsti flokkur í býráðnum eisini.

Tað var, tá flokkurin var undir leiðslu av Listbeth L. Petersen, sum var borgarstjóri í Havn frá 1993-1996.

Á valinum í 1996 fekk Sambandsflokkurin 26,4 prosent og fýra fólk í býráðið.

Tað gekk eisini væl hjá Sambandsflokkinum í 2000, hóast flokkurin varð sendur í andstøðu, tá Fólkaflokkurin skipa nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, við Leivi Hansen úr Tjóðveldi sum borgarstjóra. Flokkurin fekk tá 25 prosent, ella fjórðu hvørja atkvøðu í Havn.

Í 2004 fekk Sambandsflokkurin 18 prosent – misti 7 prosent av atkvøðunum og ein býráðslim.

Tað var hesa ferðina, at Heðin Mortensen varð koyrdur úr Sambandsflokkinum, tí hann ikki vildi standa við avtaluna, sum flokkurin hevði gjørt um, at Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum skuldi halda fram sum borgarstjóri.

Tað endaði við, at Heðin Mortensen fór upp í Javnaðarflokkin og gjørdist borgarstjóri í samgongu millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin fekk tveir býráðslimir og Tjóðveldi fýra. Tá Heðin Mortensen kom upp í Javnaðarflokkin, so hevði hendan nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi meiriluta í býráðnum, hóast teir borgarligu vunnu valið.

Síðani tá hevur Annfinn Brekkstein av Velbastað verið einasta umboðið hjá Sambandsflokkinum í Havn. Hann varð valdur fyrstu ferð í 2008. Afturvaldur í 2012 og í 2016.

Á seinasta býráðsvali fekk Sambandsflokkurin 9,9 prosent av atvkøðunum.

Soleiðis var atkvøðubýtið millum tey 12, sum stillaðu upp fyri Sambandsflokkin á seinasta býráðsvali í Havn:

 

Sambandsflokkurin

 

Listin

49

1

Annfinn Brekkstein

366

2

Kaj Leo H. Johannesen

363

3

Beate L. Samuelsen

94

4

Katrin Joensen

72

5

Maria Rubeksen

58

6

Eigil Olsen

45

7

Høgni Jacobsen

45

8

Ingi Mittún

40

9

Heini Fosaa

25

10

Júst Rubeksen

23

11

Jens Knudsen

15

12

Reidar Jacobsen

14