Gøtufólk hava skipað fyri summarstevnu í nógv ár, men seinastu árini hava lítið verið á skránni, og stevnan hevur næstan bara verið eitt eiti.
Nú skal vend koma í, og longu í ár verður lagt til brots við eini størri og betri stevnu, enn hon hevur verið í nógv, nógv ár.
? Málið hjá okkum er at fáa eina stevnu, sum veruliga er viðurkend sum summarstevna, sigur Jógvan Gregersen, formaður í Gøtu Ítróttarfelag, sum skipar fyri stevnuni.
Í 80?unum vóru stevnurnar stórar og kastaðu nógv av sær til felagið, meðan tey seinnu árini hevur verið koyrt við lágum blussið.
? Vit hava sett saman eina stóra og fjølbroytta skrá í ár, og næstu árini ætla vit halda fast um eina góða stevnu og at menna hana út frá hesari, sigur hann.
Gøtufólk droyma um at fáa FM-kappróður á Gøtuvík, men skal tað lata seg gera, má tað verða í eini ella aðrari skipan saman við teimum í Fuglafirði og á Skálafjørðinum, og um tað letur seg gera er ein góður spurningur.
Alla bygdina
í rygginum
Í 80?unum var bygdarstevnan ein góð inntøkukelda hjá GÍ, og í felagnum droyma tey um at koma aftur á gamla lagið.
? Vit hava ikki so nógvar áskoðarar til okkara 1. deildardystir, sum tey stóru feløgini, men tað kostar líka nógv at reka felagið. Tí hevur ein góð summarstevna stóran týdning fyri felagið, sigur Jógvan Gregersen.
Og fyri at fáa gongd í aftur, hevur felgið lagt nógv fyri í ár, og skráin er imponerandi fyri eina av teimum sokallaðu lítlu stevnunum.
? Vit hava arbeitt við fyrireikingunum í einar tveir mánaðir, men tað mesta er komið uppá pláss seinastu tvær vikurnar. Allir nevndarlimirnir í felagnum hava verið við, og ein rúgva av fólkið í bygdini skal hjálpa til.
GÍ hevur undirtøku í allari bygdini, og tí er tað ikki trupult at fáa hjálparfólk til tey nógvu tiltøkini.
? Tað kemur so at siga ikki fyri, at fólk siga nei til at hjálpa, og tað ger tað so nógv lættari at skipa fyri slíkari stevnu. Vit hava alla bygdina í rygginum, og tí letur tað seg gera, sigur Jógvan Gregersen.
Fyrireikararnir hava í ár savna nógv av tiltøkunum á Oyruni, fyri at fáa tættleika í og harvið skapa veruligan stevnudám. Eitt er at skipa fyri nógvum tiltøkum, men tað hevur týdning, at dámur er í og at fólk savnast.
Og við góðum stuðli frá bygdarfólkinum bjóðar Gøtu Ítróttarfelag um vikuskiftið til bygdarstevnu í Gøtu. EIn stevna, sum veruliga kann standa mát við allar líknandi summarstevnur!