Málið er at koma víðari

B36-venjarin heldur, at lutakastið var á einari leið, og at málið er at koma víðari.

Tá ið lutakast var til Champions League fyrr í dag, fløskaði tað seg soleiðis, at føroyameistararnir í B36 skulu til Malta at spæla ímóti Valletta FC. Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, heldur, at lutakastið var á einari leið.


- Høvdu vit sloppið at valt, høvdu vit ivaleyst valt liðið úr Andorra, men hetta er eitt lutakast og ikki eitt val, og vit mugu liva við tí, vit fingu. Vit ynsktu at sleppa undan liðnum úr Wales, sum vit spældu ímóti í fjør, so lutakastið var á einari leið, sigur hann.


Liðini, sum B36 kundi møta, vóru New Saints (Wales), Valetta (Malta), Flora Talinn (Estland) og Santa Coloma (Andorra).

 

Les eisini: B36 skal til Malta


- Lið av Malta hava seinnu árini fingið hampuliga góð úrslit í Europa, so vit rokna við einum góðum og sterkum mótstøðuliði, og nú skulu vit seta okkum nærri inn í teirra styrki og veikleikar, so vit eru væl fyrireikaðir til dystirnar, sigur Eyðun og heldur fram:


- Málið verður at koma víðari til annað umfar, og skal tað lukkast, mugu vit avrika væl í báðum dystunum. Hitin á Malta verður ivaleyst ein avbjóðing, men hana taka vit við, og vit skulu tryggja okkum eitt gott útgangsstøði til seinna dystin á heimavølli.

 

B36 spælir fyrsta dystin á útivølli 28. juni, meðan heimadysturin verður spældur 5. juli.