PÓLLAND-FØROYAR
Alt undir 4-0 tap er góðkent. Soleiðis plagdi Jóannes Jakobsen, aftasti verjuspælarin á landsliðnum tey fyrstu árini Føroyar bjóðaðu seg fram í altjóða fótbólti, at taka til.
Tað eru 12-16 ár síðani, at henda vendingin aftur og aftur var at hoyra. Nógv vatn er funnið í ánna síðani tá. Vit billa okkum inn, at landsliðið hevur ment seg, og burtursæð frá einstøkum svipsarum, so hava úrslitini eisini bent á hetta. Eitt nú hevur tað verið heilt spennandi móti bæði Týsklandi og Fraklandi.
Sunnudagin taptu Føroyar 4-0 á útivølli móti Póllandi. Úrslitið er av sama slagi, sum tey, ið ikki vóru góðkend fyri 12-16 árum síðani. Spurningurin er so, hvussu hetta skal útleggjast. Sosialurin var ikki á staðnum. Hetta verður tískil skrivað sum heildarmeting og við støði í práti við nýggja venjaranum, Jógvani Martin Olsen, eftir at stríðið var lokið í Póllandi.
Fyritreytirnar
Tað er eingin orsøk at sveiggja við øksini eftir fyrsta vinardystin hjá nýggja venjaranum. Pólland er við at trimma liðið, sum skal til HM endaspælið í Týsklandi í summar. Føroyar eru við at spæla nýtt landslið saman, og hesa ferð vóru eingir útisetar við undantaki av Súna Olsen á liðnum.
Jógvan Martin Olsen segði undan uppgerðini í Póllandi, at hann vil hava liðið at vera meiri við í spælinum longri frammi á vøllinum. Við øðrum orðum vil hann sleppa undan, at føroyingarnir, tá ið teir eru komnir fram á miðjuna, kenna seg noyddar til at royna við meiri ella minni hugflogsríkari sending til einsamalla mannin á toppinum. Hann vil hava, at okkara menn í 4-3-3 og ikki 4-5-1 uppstilling skulu vera førir fyri at varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum, og at bólthaldarin skal hava fleiri møguleikar fyri avlevering.
Hetta er annar parturin av setninginum. Hin parturin er, at tað eisini skal eydnast at halda tætt í hinum endanum. Tað vil siga, at hóast okkara lið flytir seg langt fram á vøllin, so skal ansast eftir og byrgjast fyri, at mótstøðuliðið við ferð yvirspælir okkara í verjupartinum og sum einki spælir seg til stórar málmøguleikar.
Hesar báðar setningarnar hevur tað verið arbeitt miðvíst við at betra á yngru landsliðunum tey seinastu árini. Flestu teirra, sum nú eru á a-liðnum, hava royndir frá hesum á yngru liðunum og við sama venjara, sum nú ræður fyri borgum á besta liðnum.
Málini
Póllandi vann vinardystin 4-0. Fyrsta málið fingu teir eftir at rangstøðufellan miseydnaðist. Pólverjarnir struku til baklinjuna, løgdu innfyri, og umvegis stólpan varð bólturin stýrdur í málið.
Tá var eitt korter farið, og 2. hálvleikur var tríggjar minuttir gamalur, tá ið langskot endaði í málinum. Seytjan minuttir undan dystarenda var aftur mál. Eftir fríspark broytti bólturin kós, tá hann hevði tikið í verjuspælara. Jákup Mikkelsen megnaði at snara sær á og hálvbjarga, men pólverji var fyrstur á returbóltinum.
Sjey minuttir undan leikloki fekk Pólland vakrasta málið. Eftir uppspæl í vinstru og fínt innlegg varð bólturin stútaður í føroyska málið.
Við venjaraeygum
Jógvan Martin Olsen heldur, at avrikið fyrst og fremst skal vigast út frá 1. hálvleiki.
- Undan dystarbyrjan høvdu vit avrátt við pólverjarnar, at tað skuldi bera til at gera nógvar útskiftingar í 2. hálvleiki. Vit skiftu nógv út. Um nýggir spælarar skulu fáa møguleikan, so skal tað verða í vinardystum. Sum 2. hálvleikur leið viknaði rútman hjá okkum. Í 1. hálvleiki hevði hon verið góð. Sambært pólska sjónvarpinum høvdu vit í 1. hálvleiki bóltin í 55 prosentum av tíðini. Vit spældu okkum fram til tveir upplagdar málmøguleikar, men tíverri var hepnið ikki við Christian Høgna Jacobsen. Í fyrra førinum fór royndin úr fimm metrum við síðuna av málinum. Innleggið kom frá Jákupi á Borg í vinstru. Í seinna førinum miseydnaðist temjingin eftir framspæl frá Súna Olsen, sigur Jógvan Martin Olsen, sum staðfestir, at heimaliðið fekk so at siga fulla úrtøku úr sínum møguleikum.
Í 2. hálvleiki varð Christian Høgni Jacobsen vongverji í vinstru, og tá fekk Hjalgrím Elttør møguleikan í álopinum.
Venjarin sigur seg vera stak væl nøgdan við framrættaða avrikið hjá nýggju miðvallarkonstellatiónini Kára Nielsen, Fróða Benjaminsen og Súna Olsen og hann heldur, at Jákup á Borg var heilt væl upplagdur í fremstu røð.
- Gamla søgan at vit ikki fáa mál, tá ið møguleikin er har, ger framvegis um seg. Tá ið vit arbeiða við at flyta okkara spæl longri fram á vøllin, er tað uppaftur meiri neyðugt, at vit ikki gera mistøk í uppspælinum. At tað kostar, fingu vit fleiri ferðir staðfest móti Póllandi, sigur venjarin og sipar harvið til, at setningurin framvegis er fjøltáttaður. Annar parturin av málinum er at skjóta mál, og hin parturin av málinum er at byrgja fyri, at hinir fáa mál. Einki nýtt er í hesum. Ætlanin er at royna at røkka málinum á meiri konstruktivan máta, enn tað higartil hevur verið gjørt. Hvussu tað fer at eydnast hjá nýggja venjaranum og liðnum í nýggjari útgangsstøðu, fer bara tíðin at vísa.