Málið er nýggjur oljulandslutur á Atlantsmótinum

Hann er sera bjartskygdur um útlitini fyri eini oljuvinnu á okkara leiðum. Hansara aðalmál er at kunna menna ein heilt nýggjan oljulandslut á Atlantsmótinum. Tí heldur hann tað er umráðandi at hava allar møguleikar opnar. Men hann ætlar sær ikki at fremja nakað, sum gongur ímóti ynskjunum og tørvinum hjá føroyingum. Einki skal verða tvingað niður yvir høvdið á nøkrum. Allur útviklingur og menning av eini oljuvinnu á hesum leiðum skal vera í besta forstáilsi millum bæði vinnu og myndugleikar í Føroyum og Bretlandi. Hetta er stavnhaldið hjá Peter Rattey, sum stendur á odda fyri leiting og framleiðslu hjá BP við Føroyar og Hetland.

 









Olja og Atlantsmótið



Hvussu fer framtíðin at síggja út á Atlantsmótinum, um fleiri av oljufeløgunum, sum í ár og næsta ár fara at bora, finna nógva olju her! Og hvussu fara oljufeløgini at byggja út oljufelt í hesum nýggja økinum! Og hvønn týdning kann ein heilt nýggjur oljulandslutur millum Føroyar og Hetland fáa fyri økið. Hetta og annað spurdu vit stjóran hjá BP á Atlantsmótinum, Peter Rattey.


Peter Rattey, sum hevur drúgvar royndir í oljuvinnuni, og nú stendur á odda fyri tí leiting, sum skal fara fram bæði á føroyskum og bretsku økinum nærhendis markið, dámar væl at spæla sær við hugskotum, hvussu framtíðin kann fara at síggja út. Sjálvur er hann sera bjartskygdur um útlitini fyri eini oljuvinnu á okkara leiðum. Hansara aðalmál er at kunna menna eina heilt nýggja oljuprovins á Atlantsmótinum. Tí heldur hann tað er umráðandi at hava allar møguleikar opnar. Men hann ætlar sær ikki at fremja nakað, sum gongur ímóti ynskjunum og tørvinum hjá oyggjabúgvunum á Atlantsmótinum. Einki skal verða tvingað niður yvir høvdið á nøkrum. Allur útviklingur og menning av eini oljuvinnu á hesum leiðum skal vera í besta forstáilsi millum bæði vinnu og myndugleikar í Føroyum og Bretlandi.


Peter Rattey hevur eisini sínar metingar um, hvussu møgulig oljufelt á Atlantsmótinum best kunnu byggjast út. Nú BP hevur fingið tillutað eitt nýtt leitiloyvi í Hvíta økinum bretskumegin markið og frammanundan hevur fingið ein góðan lisens á føroyska landgrunninum, hevur felagið í umbúnað at bora á báðum loyvum í heyst. BP metir góðar møguleikar at finna olju og skuldi tað hent, at rakt verður við olju bæði á føroyskum og bretskum øki í ár, so er tað ætlanin at byggja út bæði feltini um somu tíð. Tað vil betra lønsemið munandi, tí tað kann vera grundarlag undir at byggja upp ein infrastruktur í økinum báðumegin markið. Peter Rattey sipar her til eina rørleiðingsskipan, sum síðani hevur samband við landm antin Føroyar ella Hetland. Tað merkir so aftur, at tað slepst undan at brúka FPSO-loysnina, har neyðugt er við fleiri framleiðsluskipum til tey ymsu feltini.


Pallar heldur enn skip

BP sær helst, at brúktir verða framleiðslupallar heldur enn framleiðsluskip á Atlantsmótinum í framtíðini, og tess størri felt tú finnur tess lættari er eisini at arbeiða frá yvirflatuni enn at skula arbeiða á havbotninum. Foinaven og Schiehallion feltini vestan fyri Hetland eru sokallað ?subsee? tvs. at stórur partur av útbúnaðin er á havbotninum og verður oljan pumpað umborð á framleiðslu- og goymsluskip (FPSO). Við hesi loysnini fær tú bert 35% upp úr goymslunum (recovery). Tá øll henda útgerðin ístaðin fyri er á havyvirflatuni tvs. umborð á einum palli, so ber til at økja útbýtið munandi, ja so nógv sum at fáa meira enn 70% av oljuni upp. Tvs. at tú kanst fáa meira enn helvtina so nógv av olju úr goymslunum tá pallar verða brúktir heldur enn framleiðsluskip við útgerð á havbotninum. Men fortreytin fyri eini slíkari loysn er so ein rørleiðingsskipan, haðani tú kanst flyta bæði olju og gass frá feltunum á Atlantsmótinum til lands. Tú sleppur tá undan at hava skip at flyta oljuna til lands við. Samanumtikið kann ein slík loysn verða nógv bíligari enn verandi loysnir á Foinaven og Schiehallion feltunum. Tað fer so at minka um útreiðslurnar av framtíðar leiting og útbygging, og tað vil so aftur hava við sær, at smærri keldur verða meira áhugaverdar og lønandi.


-Kunnu tit so fáa varandi pallloysnir á havinum heldur enn framleiðsluskip og útbúnað á havbotninum merkir tað, at ístaðin fyri at fara eftir feltum uppá 400 mill. tunnur vil tað í framtíðini verða lønandi at fara eftir nógv minni feltum. Tað kann í síðsta enda bera í sær eitt nýtt norðsjóvarævintýr.


Peter Rattey viðgongur, at basaltið enn er ein trupulleiki skal man ímynda sær leiting og útbygging longur inni á landgrunninum. - Vit vita ikki um olja er undir basaltinum, men møguleika er fyri, at grótsløgini har eru tey somu sum tey vit nú fara eftir.


Basaltið

Vit spurdu Peter Rattey um tað ikki hevði verið frætt av føroysku myndugleikunum longu í 1. útbjóðing at kravt av oljufeløgunum, at tey eisini høvdu onkra boring á basaltinum!


-Tað kundi kanska sæð soleiðis út. Men um ein slík boring var miseydnað m.a. tí at man ikki heilt veit, hvat man skal fara eftir, so hevði tað gjørt, at áhugin fyri at bora har seinni, hevði verið lítil. -Um tú bara borar við bindi fyri eyguni og brúkar einar 250 mill. kr. til slíka boring og einki fær burtur úr, so bakkar vinnan út. Tí haldi eg tað er betri at brúka boripengarnar at leita, har tú hevur nakað at fara eftir.


Talan er annars um rættiliga stórar upphæddir at bora á okkara leiðum. At bora Svínoy-kelduna kostar BP 160-170 mill. kr. Arbeiðið hjá Føroyabólkinum hjá BP kostar annars einar 70 mill. kr. um árið. Tvs. at útreiðslurnar hjá BP at fyrireika og bora sín fyrsta brunn við Føroyar fara at liggja millum 230 og 250 mill. kr.


-Vit royna at halda alt tað vit brúka áðrenn vit finna olju (findingcost) undir ein dollara uppá tunnuna. Vit leita tí eftir einum felti uppá 500 mill. tunnur.


Peter Rattey sær nógvar møguleikar fyri føroyingar verður ein stór oljuútbygging á Atlantsmótinum. Verða fleiri oljufelt funnin og útviklað á føroyskum og bretskum øki kann tað í framtíðini koma uppá tal at veita hesum feltum vørur og tænastur úr Føroyum tvs. at tað kann væl blíva ein føroysk útgerðarhavn, sum verður veitari til bæði Foinaven og Schiehallion og onnur felt nærhendis. Tað setur aftur hægri krøv til útgerðarhavnir og lokalar veitarar. Men tað ber so eisini til, um føroyingar ikki ynskja, at hesin útviklingurin skal vera úr Føroyum, at hann so verður úr Skotlandi og at føroyingar tá eisini kunnu arbeiða í Skotlandi.