Málið mest sum rokkið

Lættin er stórur á Toftum, nú tað er greit, at talan eisini verður um sunnudagsfótbólt á Svangaskarði komandi kappingarár

Fótbóltur

 

Jann Ingi Petersen, sum aftur hesa ferð var sjónligur á sentrala miðvøllinum hjá B68, helt eftir dystin sunnudagin, at nú hevur B68 vissað sær sæti í Formula-deildini komandi kappingarár.

- Tað skal í øllum førum vilja serstakliga illa til, um tað ikki skal ganga nú. So skulu vit bara tapa, meðan alt skal fella øgiliga væl hjá liðunum undir okkum.

Merkir tað eisini, at tit nú fara at líta longur upp á stigatalvuna?

- Bæði og. Vit royna sjálvandi at fáa stig í teimum dystum, sum vit fara inn til, men munurin uppeftir er tó nakað stórur. Men á pappírinum hava vit góðan møguleika næstu dystirnar, har vit spæla móti Skála, ÍF, B71 og KÍ. So gera vit okkara skyldu, samstundis sum hini halda á fram at missa stig, sum tey hava gjørt, so kunnu vit kanska koma heilt nær. Tað vildi sjálvandi verið stuttligt, men tað er nú ikki tað, sum vit hava størst fokus á. Málið hevur alla tíðina verið at bjarga Formkula-sessinum, og tað hava vit helst gjørt nú, segði Jann Ingi Petersen.