Tá ið tú lesur føroysku bløðini, í hvussu so er Dimmalætting og Sosialin, er tað harmiligt at síggja, hvussu illa nógv duga at skriva og at seta tekn. Hesi fólk stutt sagt ryggbróta vakra mál okkara, og tað mátti borið til at fingið onkran málkønan at hugt tekstin ígjøgnum, áðrenn hann kom alment á prent, tí sum nú er, er tað, sum skrivað verður, ofta ikki borðbart.
Hyggja vit at kommasetingini síðstu mánaðirnar, so er versnað so stórliga. Hyggja vit í blaðið, eg siti við í løtuni, kann eg taka nøkur dømi: Klaksvíkingurin, Andrass Miðskarð, hevur givið út skaldsøguna, Bygdarmenning. Komma skal ikki vera um Andrass Miðskarð, tí tað eru fleiri enn ein klaksvíkingur til. Klaksvíkingurin Andrass Miðskarð hoyrir tætt saman, og har skal tí onki komma vera. Tað skal heldur onki komma vera millum skaldsøguna og Bygdarmenning, tí tað er fleiri enn ein skaldsøga til, og skaldsøguna Bygdarmenning hoyrir tætt saman.
Aðrastaðni í blaðnum stendur: Nordafarbáturin, Bakkafossur, fekk ein dagin nógvan tosk. Tað skal ikki vera komma um orðið Bakkafossur, tí tað eru fleiri nordafarbátar, og Nordafarbáturin og Bakkafossur hoyra tætt saman.
Heilt øðrvísi er við setninginum: Løgmaður, Anfinn Kallsberg, helt ólavsøkurøðuna í ár. Tað er bara ein løgmaður, og tí seta vit komma um Anfinn Kallsberg. Vit vilja leggja afturat, hvussu hann eitur og seta tað fyri seg.
Vónandi hevur hetta hjartasuffið hjálpt. Tað er vælmeint.