B36 málverjin helt, at tað órógvaði eitt sindur, at ÍF fekk fyrsta málið:
- Ætlanin hjá okkum var at seta alt upp á pláss sum skjótast. Sum heild gekk tað væl. Vit vóru ikki skelkaðir, men tað kendist, at ÍF fekk fyrsta málið. Umframt skotið hjá Atla Petersen høvdu teir eina roynd móti málinum. Eg var mest sum arbeiðsleysur, og í 2. hálvleiki var ongantíð ivi um, at vit fóru at vinna, heldur Jákup Mikkelsen.
Tit løgdu ikki so nógv fyri í álopspartinum í 2. hálvleiki? - Um vit ikki gjørdu tað, so var tað ikki tilvitað. Vit høvdu ongar ætlanir um, og tað var ikki neyðugt hjá okkum, at leggja okkum aftur á vøllin, sigur Jákup Mikkelsen, sum roknaði við, at ÍF fór at flyta Bartal Eliasen longri aftur á vøllin, tá ið teir vóru komnir á odda