Málið um heimildina at krevja inn MVG av skrásetingargjaldið av bilum er fyri í Eystara Landsrætti í dag. Málið byrjaði 10. mars 2006, tá ein bileigari vendi sær til TAKS fyri at fáa MVG?ið av skrásetingargjaldinum aftur. Hetta vildi TAKS tó ikki, og bileigarin kærdi síðani til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Hon gav kæraranum rætt og TAKS rindaði pengarnar ? 16.400 krónur ? aftur, tó við tí fyrivarni, at TAKS vildi royna málið í rættinum.
Tað var so gjørt, men Føroya Rættur kom til júst somu niðurstøðu sum Skatta- og avgjaldskærunevndin, nevniliga at eingin heimild fanst at krevja hetta gjald inn.
Men heldur ikki hesa avgerð vildi TAKS góðtaka, og tí er málið endað í Eystara Landsrætti, sum í hesari og komandi viku er í Føroyum.
Fyrraparturin er farin við at dokumentera skjølini í málinum, og seinnapartin verður prosedura. Av tí at málið er ógvuliga prinsipielt ? millum annað við spurninginum um fyrningarfreistini ? fellur dómur neyvan fyrr enn í komandi viku.