Málini á Eiðinum

0-1: Paul Clapson, 18
KÍ spælir seg upp í vinstru. Heðin á Lakjuni avsluttar, og tað Marcin Dawid bara hálvbjargar, er Clapson fyrstur á returinum.

0-2: Sinisa Jovovic, 33
Uppspælið gongur hesa ferð upp ígjøgnum høgra borð, og tá Kristoffur Jacobsen leggur innfyri, hevur Sinisa ikki stórvegis trupulleikar at seta innaru síðuna av fótinum á innleggið.

0-3: Hjalgrím Elttør, 38.
Við handaru stong stútar Sinisa útfrá, tá bólturin verður sendir innfyri. Hjalgrím Elttør hevur góðar stundir at temja, áðrenn hann smekkar bóltin í kassan.

0-4: Sinisa Jovovic, 43.
Oddmar á Lakjuni, sum hesa ferð byrjaði millum teir fyrstu ellivu, sýnir sera góðar taktir. Hann rekur framvið fleiri vágbingum, og úr stuttari frástøðu rullar hann tvørtur um til púrasta leysan Sinisa.

0-5: Atli Danielsen (br.), 55.
Hjalgrím og Sinisa banda seg ígjøgnum VB-verjuna, áðrenn serbin verður feldur. Brotssparkið tekur Atli sær av, og liðskiparin er svikaleysur.

0-6:Hjalgrím Elttør, 57.
Aftur eru vetirnir fyrstir á innleggi, og hesa ferð snarar Hjalgrím sær á, áðrenn hann smekkar til.

1-6: Birgir Jørgensen, 64.
Konsentratiónin hjá gestunum er kanska ikki heilt í lagi. Meinhardt Joensen tykist í øllum førum ikki hava nakrar trupulleikar, men hann ivast, tá sparkast skal út. Úrslitið gerst óbeineliðis fríspark til VB/Sumba, og tá hetta verður rullað til Birgir Jørgensen, smekkar hann bóltin í kassan.

1-7: sjálvmál, 86.
Hornaspark verður sent innfyri úr høgru, og í trunkanum er spælari hjá VB/Sumba seinastur á bóltinum, sum endar í heimamálinum.