Fótbóltur
Hóast tætta uppgerð, har møguleikarnir báðar vegir kundu teljast á fingrunum á aðrari hondini, so kann hvørgin parturin vera nøgdur við eitt stig í høgættarkuldanum í Klaksvík sunnudagin. Tað ber við sær, at vinnararnir í fjórða umfarinum styrktu um sína støðu sammett við KÍ og GÍ.
Klaksvíkingar fáa ikki nógvar opnar málmøguleikar, tí teir fokusera so nógv upp á verjupartin. Útgangsstøðan er, at teir fýra á miðvøllinum eru skipaðir sum tøtt eind í tí, sum plagar at verða nevnt diamanturin. Tað ber við sær, at miðjuspælararnir eru tættir í verjupartinum. Hugsanin er, at mótstøðumenninir ikki skulu megna at bróta ígjøgnum, og at tað skal røkka langt sjálvir at skjóta eitt mál. Í roynd at styrkja um verjupartin, hevði Ove Flindt-Bjerg hesa ferð sett Ova Nysted undir liðina á Aleksander Djordjevic í miðverjuni.
Trupulleikin hjá klaksvíkingum er, at framrættaða spælið verður ov stirvið. Miðvallararnir, sum í álopspartinum eiga at gerast rættuliga vandamiklir, tá ið teir fáa høvi at til og megna at sleppa út um og afturum verjuna, áðrenn teir leggja innfyri, koma sjáldan so mikið langt, tí teir hava so nógvar verjuskyldur at hugsa um.
Talan er um ikki ókendan trupulleika, og tað kann ivaleyst gerast soleiðis, at javnvágin verður uppaftur betur, enn hon higartil hevur verið. Men nú hevur KÍ spælt tríggjar ferðir hálvan annan tíma í landskappingini á heimavølli, og teir hava skorað fýra mál. Tvey av mótstøðuliðunum hava verið tey, sum eru niðast á støðutalvuni.
Hesa ferð høvdu heimamenninir møguleikar. Felags eyðkennið fyri teir var, at teir spurdust burturúr deyðbóltsstøðum. Fyrra partin av fyrra umfarinum noyddust bæði Súni Olsen og Hanus Jacobsen at bjarga á strikuni, eftir at Stig Aksnes hevði roynt ímóti málinum, tá ið hornaspørk vórðu send innfyri. Og tí einu ferðina hevði Ovi Nysted betri stundir eftir frísparksinnlegg, enn hann sjálvur var greiður yvir. Í skundinum hjá honum fór royndinúr góðari støðu og við síðuna av málinum hjá Halli Hansen.
Eingin Vitus
Uppstillingarnar og útskiftingarnar seinastu ferðirnar bera boð um, at gøtumenn ikki halda FCK mannin vera álitið, sum teir skulu rokna við fer at syrgja fyri málunum. Hesa ferð var Poul Arni Jacobsen einsamallur á toppinum, meðan Popczynski var í væl kenda leiklutinum sum hálva vegna álopsspælari og hálva vegna miðvallari, og Súni Olsen var ætlaður at vera stýrimaður á miðvøllinum.
GÍ hevði ikki havt stórvegis av málmøguleikum, og tá ið rúmur hálvur tími var farin, tóktist tað heldur ikki, at nakað skuldi spyrjast burturúr frammleggingini í høgra borð, sum sá út til at skula fara av vølllinum. Men tað vildi Áslakur R. Petersen, sum hevur sitið nógv á beinkinum, men sum hesa ferð hevði fingið møguleikan á miðvøllinum í høgru, ikki. Hann heilfluktaði úr eitt sindur spískum, og Jákup Mikkelsen kundi ikki gera annað enn bara at stara eftir bóltinum - ikki ólíkt tá ið beiggi Áslak, Eyðolvur í ÍF, skoraði ímóti KÍ í steypadystinum í Fuglafirði.
Málið bar við sær, at gøtumenn fingu um endan, og at tað meiri gekk fyri seg eftir teirra treytum.
Eftir steðgin royndi KÍ at spenna uppaftur meiri í. Fyrstu løtuna løgdu teir GÍ undir stórt trýst, og tá ið umfarið var átta minuttir gamalt, fingu teir málið. Eftir innlegg í GÍ brotsteigin gekk illa hjá verjuni at rudda upp. Bólturin kom til Stig Aksnes, sum um brotsteigarmarkið dró eitt vet, áðrenn hann smekkaði til eitt sindur til vinstru, og Hallur hevði kanska ilt við at fylgja við, áðrenn bólturin fór inn við nærra stólpanum.
So var javnt, og klaksvíkingar tevjaðu møguleikan fyri at vinna. Miðskeiðis í 2. hálvleiki versnaðu fyritreytirnar hjá KÍ, tí miðvallarin Símun Joensen sá reytt, eftir at hann hevði hevnt seg. Eina løtu spældi KÍ við bara Stig Aksnes frammi, men so spentu teir bogan. Erling Fles varð fluttur fram aftur í álopið, og teir høvdu bara tríggjar á miðvøllinum. Tað var tætt, og kanska hevði GÍ bóltin meiri seinna partin av seinna umfarinum. Men KÍ hevðí størstu møguleikarnar. Onkrar skotroyndir vóru úti frá, og Erling Fles var fimm minuttir undan leikloki um at gerast heilt vandamikil úr spískum í høgru, men tað komu ikki fleiri mál.