Norðoyastevnan er bjargað fyri allar norðoyingar. Hjartabarnið, KÍ hevur vunnið 3-1 á B36, og borgarstjórin slapp at handa liðnum steyp.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av teimum trimum málunum hjá KÍ. 1-0 málið var eitt sjálvmál, Páll Klettskarð økti til 2-0 og Jákup B. Andreasen staðfesti sigurin.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jákup B. Andreasen aftaná dystin.
Jákup B. Andreasen er sera fegin um at vinna á Norðoyastevnu. Hann staðfestir, at tað er ein stór gleði og forrættur hjá honum og liðfeløgunum at spæla dystir á Norðoyastevnu og á Summarfestivalinum, og tað er ein gomul myta, at KÌ óttast stevnudystir á heimavølli.
Jákup B. Andreasen er eisini sera fegin um tað framúr góða spælið KÍ hevur víst seinastu tveir dystirnar. Fyrst við 3-0 sigrinum á Víkingi, og síðani við 3-1 sigrinum á B36 í dag.
Nú hevur Jákup fokus á U21-landsdystin millum Føroyar og Finnland á Svangaskarði komandi fríggjadag klokkan 17. Rás sigur beinleiðis frá dystinum.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av málinum hjá B36, og samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Meinhard E. Olsen hjá B36 hoyrast HER