FÓTBÓLTUR
Um nakar, so veit Bogi Løkin, hvat tað vil siga at skora mál á føroyska landsliðnum, tí hann skoraði sjálvur síðsta málið hjá føroyska A-landsliðnum í einum undankappingardysti. Tað var, tá hann 11. oktober í fjør legði Føroyar á odda 1-0 í dystinum ímóti Eysturríki, sum forrestin endaði við javnleiki, 1-1.
Eftir dystin í gjárkvøldið, tá Føroyar á Tórsvølli taptu 0-2 fyri Serbia, sá hann ikki so svart upp á tað, hóast tað ikki eydnaðist at fáa nakað mál burtur úr teimum møguleikunum, føroyska liðið fekk skapt sær.
– At vit einki mál fingu, skyldaðist fyrst og fremst vantandi neyvleika. Men vit vóru eisini eitt sindur óhepnir í nøkrum støðum, har vit vóru líka við at koma ígjøgnum, segði Bogi.
– Tað, at vit skapa kjansir, er tó positivt, so málini koma kanska í komandi dystunum, tá tey nú ikki komu í dag. Serliga í fyrra hálvleiki skapa vit nógvar kjansir, og tað er eisini altíð tað, vit fara eftir. Og tað kláraðu vit nú rímiliga væl.
Eins og hinir á føroyska liðnum, var uttasti høgri maðurin á føroyska miðvøllinum tó vónbrotin av, at tað ikki skuldi eydnast at fáa meira burturúr. Men í sama andadrátti minti hann bæði seg sjálvan og okkum onnur á, at tað velst eisini um mótstøðuliðið:
– Vit eru skuffaðir, tí tú verður altíð skuffaður av at tapa. Serbia er sjálvandi eitt gott lið, men hóast tað, so eru vit ikki nøgdir við at tapa, staðfesti Bogi Løkin, sum spældi sín sjeynda dyst á landsliðnum, har hann eisini eigur tað eina málið.