EB/Streymur og HB hava spælt tvær ferðir í móti hvørjum øðrum í ár, men leygardagin verður fyrsta ferðin, at HB vitjar á Eiði.
Fyrri dysturin í Gundadali endaði við 3-2 sigri til EB/Streym og seinni við 2-2 javnleiki. Hesaferð vil HB gera alt hvat teir eru mentir, fyri at fáa so nógv stig sum gjørligt við av Mølini.
Reint manningarliga er heldur ongin forðing fyri, at hetta skal lata seg gera. HB hevur allar mans tøkar til týdningarmikla dystin, sum er ógvuliga avgerandi fyri restina av kappingarárinum hjá HB.
Vinna teir eru teir ikki meiri enn tvey stig aftanfyri EB/Streym, men tapa teir eru heili átta stig upp til oddaliðið.
Eftir trivaliga sigurin í Klaksvík er lagið gott í Sundalagnum. Tey harmast tó um, at liðformaðurin, Egil á Bø, ikki fær verið við. Leygardagin í Klaksvík fekk hann sítt fimta gula kort í ár, og tí verður hann noyddur at sita yvir móti HB.
Nýggi maðurin hjá EB/Streymi, Jørgen Meitilberg, fekk sína debut í Klaksvík, men honum verður heldur ikki roknað við til dystin í morgin. Hóskvøldið fekk hann skaða undir venjing og var noyddur at gevast, so hann er ógvuliga ivasamur.
Harafturímóti er Arnbjørn komin fyri seg eftir skaðan hann fekk í fótin, tá hann varð ákoyrdur av einum trukki í farnu viku, og tað er nakað tey fegnast um í Sundalagnum.
Fyri summarsteðgin og áðrenn skaðan, var Arnbjørn sera væl fyri og skoraði fleiri mál. Og av Eiði og suður til Kollafjørð vóna tey nú, at Arnbjørn saman við restini av vælkoyrandi EB/Streymunum kann tryggja felagnum 12. sigurin í ár.