? Eg vil heita á foreldur, sum ikki fáa børnini ansaði, um at gjalda brúkaragjaldið til dagstovnin fyri fyrst, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Hann.
Hann vísir á, at tað kann fáa stak óhepnar fylgjur, sum vit ikki kenna, um foreldur gera sum teimum lystir. Jan Christiansen hevði tí dámt best, um foreldur bíðaðu eftir niðurstøðuni frá Kommunusamskipan Føroya, áðrenn tey taka málið í egnar hendur.
Tann 13. desember fer Kommunusamskipan Føroyar, sum er felagið hjá seks teimum størstu kommununum í Føroyum, at umrøða júst hetta málið á stýrisfundi, og tær ætla at gera eina felags niðurstøðu.
Jan Christiansen vil ikki siga nakað um, hvørja niðurstøðu kommunurnar væntandi koma fram til, tí tað er nakað tíðliga at úttala seg um tað enn.
? Um kommunurnar finna ein ójavna og koma fram til, at foreldur ikki eiga at gjalda, so verður ein eftirregulering gjørd, sum verður líka fyri øll. Tí er best um foreldur gjalda sum vant og bíða eftir okkara niðurstøðu, sigur Jan Christiansen.
Órímiligt
Borgarstjórin heldur tó, at foreldur ikki eiga gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa. Hann vil tó ikki binda seg at geva foreldrum nakað lyfti.
Hann tekur undir við, at núverandi støða er heldur órímilig hjá foreldrum, ið missa arbeiðsløn og mugu lata barnagentum løn fyri at ansa sínum egnu børnum, ið ikki sleppa í dagstovnin, tí tey hava verið í hesi støðu ov leingi. Alt meðan tey samstundis skulu gjalda brúkaragjaldið til barnagarðin, sum tey ikki brúka.
Lønarhækkingin hjá pedagogunum tað fyrsta árið verður 5% við afturvirkandi kraft aftur til 1. mars, og foreldur skulu eisini vera við at gjalda hesa lønarhækkan.
Borgarstjórin í Havn vísir staðiliga aftur, at kommunurnar royna at draga samráðingarnar út og harvið fáa eitt drúgt verkfall fyri peningaliga vinningin. Borgarstjórin vil heldur hava ein enda á verkfallinum sum skjótast.
Býráðið sparir í dag góðar 100.000 krónur um dagin, meðan pedagogarnir ikki eru til arbeiðis. Útmeldingarnar frá samráðingunum benda tó á, at ein semja verður funnin skjótt.
Bankin mælir til at gjalda
Fleiri foreldur hava steðgað gjaldinum til dagstovnarnar, so leingi eingin ansing verður veitt. Tey bíða eftir, hvussu leingi verkfallið varir, og taka síðani støðu til, hvussu nógv tey skulu lata barnagarðinum.
Fleiri, ið hava spurt í bankanum, hvussu tey skulu bera seg at við hesum, hava fingið tey ráð, at tey skulu halda fram við at gjalda, tí tað kann koma teimum aftur um brekku, um tey ikki lata dagstovninum brúkaragjaldið.
Føroyar Kommunufelag fer at hava fund fríggjadagin. Hóast málið um brúkaragjaldið ikki er á skránni, so fara borgarstjórarnir óivað at kjakast um hetta.
Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag, hevur fyrr sagt við blaðið, at foreldur ikki eiga at gjalda fyri ta tíðina, pedagogarnir hava verið í verkfallið, og Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at foreldur hava góða orsøk at seta spurnaðartekin við, um tey eiga at gjalda fyri nakað, tey ikki fáa.