Mælir staðiliga frá avgjaldslætta til hybrid-bilar

Umvhørvisstovan mælir staðiliga frá ætlanini hjá Jørgen Niclasen at at geva hybridbilum avgjaldslætta á sama hátt sum elbilum

– Tað er undranarvert, at hesir skulu fáa afturberingar, sum vanligir bilar, ið eisini koyra langt fyri hvønn litur av olju, ikki fáa.

Soleiðis skrivar Umhvørvisstovan í hoyringsskrivi til uppskotið hjá Jørgen Niclasen um at geva hybrid bilum og plug in-hybrid bilum avgjaldslætta á sama hátt, sum elbilar hava fingið seinastu árini.

Sambært uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, so skal avgjaldsfrítøkan av elbilum, sum var galdandi til á nýggjárinum, halda fram í tvey ár afturat. Tá kemur avgjald á elbilar.

Men landsstýrismaður skjýtur nú upp, at hybridbilar og sonevndir plug in hybrid bilar eisini fáa lætta, um enn ikki líka stóran lætta, sum elbilar.

Ein hybridbilur hevur ein lítlan elmotor afturat brennievnismotorinum, og kann tí koyra eitt sindur við elmegi. Ein plug in hybrid bilur kann løðast og kann koyra nakrar kilometrar upp á el, men annars upp á brennievni.

Men umhvørvisstovan heldur tað ikki vera smart av Løgtinginum soleiðis at eggja fólki til at keypa hybrid bilar við avgjaldslætta, tí teir bilarnir verða ongantíð leysir av olju ella bensini, so sum elbilarnir.

##med2##

Umhvørvisstovan vísir í talvuni omanfyri roknidømi fyri bil við CIF-virði 300.000 kr. Víst verður lætti í virðisgjaldi og mvg í trimum tíðarskeiðum. CO2-gjald og burturbeiningargjald eru ikki tikin við, tá tey eru smá i mun til til virðisgjaldið og mvg.

 

– Tað sæst í døminum omanfyri, at elbilar fáa stóran lætta í mun til vanligar bilar, plug-in bilar og hybridbilar í tíðarskeiðinum 2021-23 (320.000 kr). Plug-in hybridbilar fáa 170.000 kr í lætta og hybridbilar 100.000 kr í lætta, skrivar Umhvørvisstovan í hoyringsskrivinum, sum er

sent fíggjarnevnd Løgtingsins.

Og Umhvørvisstovan heldur fram:

»Í tíðarskeiðinum 2023-24 er lættin tann sami fyri elbilar og plug-in hybridbilar (165.000 kr) og lægri fyri hybridbilar (100.000 kr). Eftir 2025 er ongin mvg afturbering og lættin tí minni fyri øll trý bilasløgini.

Orkupolitikkurin

Endamálið við orkupolitikkinum er at skifta olju út við grøna orku allastaðni, har tað ber til. Amboðið er grøn elorka – serliga vindorka- og elektrifisering av orkunýtsluni. Næstu tvey árini kemur nógv nýggj vindorka í elskipanina, so nógv, at ofta – og serliga um náttina, verður yvirskot av grønari orku. Elbilar eru væl egnaðir at taka ímóti hesi orkuni, tí teir kunnu løðast um náttina.

Plug-in hybrid

Hesir bilar kunnu partvíst brúka elorku. Men teir brúka eisini partvíst olju, og eru tí ein forðing fyri í mun til ein elbil, at tann grøna elskipanin verður gagnnýtt optimalt.

Hybrid

Hybridbilar kunnu als ikki løðast við grønari orku og eru sostatt ikki ein aktivur partur av framtíðar grønu elskipanini. Verðandi skipan við veggjaldi, sum er tengt at CO2-útláti,er góð fyri allar bilar, sum koyra langt fyri hvønn litur av brennievni. 

Hybridbilar eru ikki munandi dýrari enn vanligir bilar. Tað er undranarvert, at hesir skulu fáa afturberingar, sum vanligir bilar, ið eisini koyra langt fyri hvønn litur av olju, ikki fáa.

Umhvørvisstovan mælir til, at hvørki hybridbilar ella plug-in hybridbilar skulu hava lætta í skrásetingargjaldi og mvg-afturbering og sostatt ikki fáa fyrimunir fram um vanligar bensin- og dieselbilar. Nógv betri er at raðfesta elbilar framum, og heldur leingja tíðarskeiðið, har hesir fáa fyrimun.«