Mælir til tjóðleikarhús á Skálatrøð

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setti í apríl í ár ein arbeiðsbólk, sum varð biðin um at gera tilmæli um, hvar tjóðleikhús til virksemið hjá Tjóðpalli Føroya skal vera. Arbeiðsbólkurin skuldi meta, hvørt virksemið kundi hýsast í verandi bygningum, t.d. í fyrrverandi Bakarínum hjá Frants Restorff í Tórsgøtu, sum áður skotið upp í álitinum Tjóðpallur Føroya og tjóðleikhús føroyinga – uppskot til hølisloysnir.

Eftir ástøðiligum kanningum er niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, at besta loysnin er at byggja nýtt tjóðleikhús, og mælt verður til at byggja tjóðleikhúsið á Skálatrøð. Arbeiðsbólkurin hevur sostatt í tilmæli sínum frá 3. juni 2011 mælt landsstýriskvinnuni til beinanvegin

• at fara í tingingar við Tórshavnar býráð um staðsetingina av einum tjóðleikhúsi á Skálatrøð, og

• at seta í gongd arbeiðið at gera ítøkiliga byggiskrá sum grundarlag fyri útbjóðing av byggiverkætlanini.

Landsstýriskvinnan hevur tikið tilmælið til eftirtektar og hevur tann 7. juni 2011 heitt á Tórshavnar býráð um at viðgera tilmælið. Undirtøka fyri at arbeiða víðari við loysnini er fingin á landsstýrisfundi í dag.

Hølisumstøðurnar hjá okkara tjóðleikhúsi eru, sum flestum kunnugt, út av lagi vánaligar. Tórshavnar býráð hevur higartil víst stórsinni við at lata Tjóðpallin búleikast í Gamla Meiarínum, men hølini eru bert ætlað sum ein fyribilsloysn. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2011 eru játtaðar kr. 5 mió., sum eru ætlaðar til at fyrireika bygging av tjóðleikhúsi, finna hóskandi øki, og at gera skitsu og detailprosjektera nýggja húsið. Landsstýriskvinnan vónar, at gongd nú av álvara kemur á málið við tilmælinum frá arbeiðsbólkinum.

Í samtykta íløgukarminum á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2012-2016 eru settar av kr. 66 mió., umframt tær 5 mió. í 2011 til bygging av tjóðleikhúsi.