Mælir til uttanhýsis kanning

Í svari til skrivligan fyrispuning frá Kára á Rógvi sigur Annika Olsen, at hon hevur mælt landsstýrinum til at skipa fyri einari uttanhýsis kanning av allar skúlabyggingini í Hovi.

Skúlabyggingin í Hovi hevur víst seg at vera vorðin til ein av stóru byggigølunum í Føroyum. Har lekur í eyri og seyri, og byggisjusk er óloysiligt knýtt at verkætlanini.
MT Højgaard hevur boðað frá, at teir vilja bøta øll lítu, sum hava verið og eru við byggingini, men eftur stendur framvegis at plasera ábyrgdina fyri byggigøluni.
Kári á Rógvi, formaðúr í Sjálvstýrisflokkinum, hevur í hesum sambandi sett Anniku Olsen, landsstýtriskvinnu í Innlendismálum, ein skrivligan fyrispurning í sjey punktum.
Spurningarnir eru hesir:
1. Hvørjar kanningar ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk viðvíkjandi Miðnámsskúla í Suðri?
2. Hvørjar heimildir verða brúktar, hvør væntast mannagongdin at verða?
3. Hvat heldur landsstýriskvinnan um í staðin ella afturat at seta kanningarstjóra ella SL § 19-nevnd?
4. Ber til í hesum høpi at fáa grundgevingarnar fyri at seta landsverkfrøðingin frá – og neyvu treytirnar í fráfaringaravtaluni?
5. Hvat metir landsstýriskvinnan um frágreiðing umboðsmansins um óheimilaðar Grannskoðaragóðkenningar?
6. Hvat metir landsstýriskvinnan serliga um leiklut Innlendismálaráðsins í hesum høpi?
7. Hvørjar kanningar og eftirmetingar gevur tað málið høvi til?


Í svari til fyrsta spurning sigur Anika Olsen soleiðis:
»Fyri at hava fult gjøgnumskygni, eisini í politisku skipanini, mælti eg til, at politiski mynd¬ugleikin ikki eigur at seta seg ímóti eini uttanhýsis kanning av byggimálinum í Hovi. Ein kanning av slíkum slag má gerast við støði í einum ítøkiligum arbeiðssetningi. Eg havi tikið málið upp í landsstýrinum. Eg mæli til at leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at seta í verk eina uttanhýsis kanning av byggimálinum um miðnámsskúlan í Hovi«.
Annika Olsen sigur tó ikki nærri, hvar málið ítøkiliga liggur í løtuni, og um landsstýrið tekur undir við at seta hesa uttanhýsis kanningina í verk.
Um mannagongdina sigur landsstýriskvinnan:
» Fyri at tryggja trúvirði í eini slíkari kanning havi eg mælt til, at kanningin ikki verður gjørd av embætismonnum í miðfyrisitingini. Eg haldi nevniliga, at málið er so háttað, at rætt er at gera eina uttanhýsis kanning av tí.
Í løtuni er málið til viðgerðar í landsstýrinum. Í hesum sambandi kann eg upplýsa, at nógvir stýrisskipanarligir ivaspurningar taka seg upp í sambandi við eina slíka kanning, serliga í mun til leiklutin hjá landsstýrismonnum. Tískil fái eg ikki í løtuni sagt, hvussu endaliga uppskotið verður. Fyri at koma uttan um stýrisskipanarligar trupulleikar av ymiskum slagi, eru onnur amboð at taka til, so sum at málið verður kannað av eini § 19 nevnd, ella at Løgtingið setir ein kanningarstjóra eftir § 38 í stýrisskipanarlógini«.

14 mánaðar løn
Mest fullfíggjaða og gjølliga svarið gevur Annika Olsen til spurningin í punkti tvey. Har verður sagt:
» Sum byggiharri hevði Landsverk ábyrgd av skúlabyggingini í Hovi. Tann byggingin vísti seg at vera ófullfíggjað við mongum brekum.
Í sambandi við byggingina var staðfest ein meirnýtsla – eisini eftir at upphædd goldin í íslendskum krónum, hóast hon skuldi vera í donskum krónum, er umbókað til rætt gjaldoyra.
Í sambandi við hesa skúlabyggingina hevur Landsverk latið landsstýrismanni óneyvar ella skeivar upplýsingar at brúka í svari upp á fyrispurningar í Løgtinginum.
Onnur aðalráð lótu skilja, at tey ikki longur fóru at brúka Landsverk til at taka sær av byggiharrauppgávuni frameftir. Eg hevði tí ikki álit til, at stjórin á Landsverki framyvir megnaði at lyfta ta alsamt vaksandi uppgávuna hjá Landsverk, at sita fyri byggimálum fyri tað almenna.
Í setanarsáttmálanum hjá stjóranum vóru uppsagnartreytirnar, at um stjórin bleiv upp¬sagdur, kundi aðalráðið siga honum upp við 6 mánaða fráboðan. Afturat tí var ásett ein fráfaringarsamsýning svarandi til 6 mánaða løn frároknað eftirlønargjald. Um stjórin var blivin uppsagdur, skuldi tað verið gjørt eftir føstum mannagongdum við ætlanarskrivi, hoyringsfreist, møguliga longdari hoyringsfreist og hoyringsskrivi v.m. og at enda upp¬sagnarskrivi. Mett verður, at henda tilgongd helst hevði tikið 2 mánaðir ella meira. Sostatt hevði stjórin eftir sínum setanarsáttmála fingið løn í minst 14 mánaðir.
Í staðin fyri uppsøgn var gjørd ein fráfaringaravtala. Eftir henni fær stjórin uppsagnarløn í 7 mánaðir, heruppií eftirlønargjald. Harumframt fær stjórin fráfaringarsamsýning svar¬andi til 7 mánaðarlønir, sum tað ikki verður goldið eftirlønargjald av. Fyri ikki brúkta og upptjenta feriu verður útgoldið sambært reglunum í løgtings¬lóg um frítíð við løn. Stjórin skal ikki møta til arbeiðis í uppsagnartíðini, men ilt er at hugsa sær, at ein uppsagdur stjóri hevði kunna virkað sum slíkur í uppsagnartíðini«.