Mánakvøldið fer danski presturin Johannes Møllehave at halda fyrilestur á Hvonn í Havn. Í dag er Møllehave í Norðurlandahúsinum, har hann og føroyski presturin Theodor Olsen tosa um ymisk viðurskifti.
Mánakvøldið fer Johannes Møllehave at tosa um rithøvundan Johannes V. Jensen, sum hevur útgivið fleiri bøkur um íslenskar saga?irnar, og tað ger Møllehave á Hvonn í Havn.
Byrjað verður klokkan 20, og fyrilesturin varðar í einar tveir tímar.