Müllerættin: Rasmus Müller flutti rýpur úr Grønlandi til Føroyar

Vit høvdu fyrr í ár eina drúgva røð í Miðvikuni um Müllerættina í Havn. Henda røðin var grundað á brøv, sum vóru fingin úr skiftinum hjá Poul Müller í Grønlandi. Eftir at umrøða í hesi røð eru Poul sjálvur og beiggin Rasmus, synir H.C. Müller, gamla sýslumannin í Havn

10. partur

Vit hava longu havt níggju partar í hesi røð, sum eisini hevur umrøtt Evensen fólkið. Umframt hetta hava verið fleiri greinir um ættina í røðini Hendur ið Sleptu, so tilsamans er talan um fitt av tilfari um hesa ætt, og tað kundi uttan iva verið munandi meira. Helst verður eisini meira sagt frá um vinnuliga partin hjá Müllermonnunum í komandi bindum av Havnarsøgu.
Hetta er eisini eitt íkast til føroyska søgu í Grønlandi. Rasmus Müller var eins og beiggin Poul og svágurin (Grønlands) Johan Joensen kolonistjóri í Grønlandi. Hetta var undan okkara fiskivinnusøgu í Grønlandi, sum er væl lýst.
Tað mest sjónliga minnið um Rasmus er bók »Vildtet og Jagten i Sydgrønland,« sum hann skrivaði lidna í 1899. Hetta er ein bók upp á heilar 519 síður, har hann í einum 40 kapitlum við nógvum myndum skrivar um tey ymsu fuglasløgini, kópasløgini og djórasløgini í Grøn­landi. Bókin finst í einum eintaki á Landsbókasavninum, og kann ikki lænast heim. Nøkur eintøk eru tó hjá ættarfólki í Havn.

Gott samband við grønlendingar
Rasmus hevur verið umrøddur í hesi greinarøð í samband við hini systkini. Men okkurt er at leggja afturat. Henning Scheel, sum kendi Rasmus, sigur m.a. frá:
Kolonibestyrer Rasmus Müller var fra 1875 til nogle år efter århundredskiftet blevet bestyrer af så at sige alle de daværende kolonier i Sydgrønland. Han havde et udmærket forhold til grøn­lænderne i hvis jagtudflugter han deltog med liv og sjæl og altid på lige fod med grønlænderne. Under rensdyrjagterne veg han ikke tilbage for de store strabadser, der ofte måtte til med hensyn til lange anstrengende vandringer i det vanskelige terræn. Han tog sin del af byrderne, sov i telt sammen med dem og delte deres spartanske levevis.
Efter hans hjemkomst til Dan­mark, havde jeg den glæde at træffe Müller og lære ham at kende som den ivrige jæger han var. Vit var et par gange på jagt sammen. Men jeg tror nok, at det pinte ham, at han ikki kunde dyrke jagten herhjemme på samme fri og ubundne måde, som han havde kunnet det i Grønland.
I 1906 udgav Müller sin bog »Vildtet og Jagten i Sydgrønland.« Dette er en udmærket skildring af de forekommende vildarter fra Kap Farvel til Nordre Strømfjord. Bogen rummer et væld af gode iagttagelser og oplysninger om udbredelsen af og jagten på de forskellige arter.
På Lehn-Schiølers ornithologiske ekspedition til Vestgrønland i 1925 støttede vi os ofte til Müllers oplysninger f.eks. om, hvor vi skulde søge hen for at træffe forskellige andearter såsom islandsk hvinand, strømand, kongeedderfugl og andre, samt gode lokaliteter med rigt fugleliv, og oplysningerne pass­ede endnu den gang til »punkt og prikke.« Bogen står således som et varigt minde om Rasmus Müller.
Men også på andre områder gjorde han sig bemærket som en dygtig og foretagssom mand.

Søgan um rýpurnar
Her hugsar Henning Schell millum annað um royndirnar at fáa grøn­lendskar rýpur at trívast í Føroyum. Pápi hansara hevði eisini roynt hetta við íslendskum rýpum, uttan at tað hevði riggað.
Tað skuldi verið nærum ómøgu­ligt at flutt rýpur úr Grønlandi til Føroyar orsakað av frástøðuni. Men hetta var ikki nakar trupulleiki fyri Rasmus Müller, sum kendi liviháttin hjá rýpum. Á ferðini til Keypmannahavnar var hann sjálvur við, og hann passaði sjálvur rýpurnar, so tær skuldu koma fram í góðum standi.
Í umrøddu bók greiðir Rasmus gjølla frá, hvussu hann slapp undan teimum mistøkum, onnur høvdu gjørt. Royndirnar byrjaðu í mars 1890. Fyrst og fremst var tað í samband við fóðring av rýpunum, at hann mátti royna seg fram.
Hann hevði latið fangað ellivu pør av rýpum, men tað vísti seg, at tær vóru sera illa fyri, tá ið hann fekk tær. Hann mátti royna seg fram við fóðring. Fyrst fóðraði hann tær við lyngi. Tær vildu bert eta »toppskotini«. Tað eydnaðist at halda lív í teimum, men tær vóru framvegis rak. Hetta skilti Rasmus ikki, tí tær ótu við stórum matarlysti. Hetta bendi á, at tað manglaði onkur vitamin, sum mann ikki kendi so nógv til tá. Hann royndi so at fáa tær at eta havragrýn, bygggrýn og ertur men uttan úrslit,
Tað næsta at royna var fuglafræ, sum rýpurnar eftir nøkrum døgum fóru at eta við góðum matarlysti. Hetta var loysnin. Tað var tó ikki nógv av slíkum fræi í koloniini, so Rasmus blandaði fræið við bygg, og hetta riggaði framvegis væl.
Ein annar trupulleiki var at fáa rýpurnar at drekka vatn úr eini skál. Hetta vildu tær ikki vita av. So royndi hann við kavamolum í vatninum. Hetta riggaði, men kava kundi hann ikki rokna við undir eini langari sjóferð. Men sum frá leið gjørdist óneyðugt við kavanum.
Síðan gjørdi Rasmus tveir kassar at hava rýpurnar í á sjóferðini. Tær skuldu hava tað gott á ferðini, so kassarnir fingu smáar hillar til lyng, eins og til mat og vatn til allan túrin, so tað slapst undan at opna kassarnar.
Hetta gekk alt væl, og fuglarnir trivust enntá so væl, at teir byrjaðu at para seg, meðan teir enn vóru í Keypmannahavn.
Tað lá so væl fyri, at rýpurnar kundu koma víðari við skipi til Føroya einar tveir dagar eftir, at teir vóru komnir til Danmarkar.
Tí vóru rýpurnar sera væl fyri, tá ið tær komu fram til Føroya. Bert tvær rýpur vóru deyðar á ferðini.
Fyrst í juni komu rýpurnar fram til Føroya og fingu eina góða móttøku av pápa og beiggja Rasmus. Teir fóru beinanvegin til fjals við rýpunum og slepti teimum. Tær fóru beinanvegin á flog.
Tað fyrsta sum frættist aftur var tann 21. august. Beiggi Rasmus, Søren, hevði tá sæð eina rýpuhønu við 8 ungum á umleið sama plássi, har tær vóru sleptar. Tað var sett forboð fyri at skjóta rýpur fyrstu 10 árini. Tó vórðu fleiri skotnar. Rýpur vóru kortini sæddar í Nólsoy, Eysturoy og Norðuroyggjum.
Síðani frættist einki aftur frá rýpunum fyrr enn tað í 1894 og 1895 varð greitt frá, at tað vóru sæddir flokkar við upp til 15 rýpum kring oyggjarnar. Royndin mátti tískil tá roknast fyri at vera væleydnað. Í 1897 vóru nakrar rýpur sæddar, men eftir at nakrar vóru sæddar í Mykinesi í 1902, vóru rýpur ikki sæddar í Føroyum, tá hetta var skrivað. Peter Waagstein, sum hevði verið lækni í Grønlandi og seinni í Klaksvík, skrivaði tó, at rýpur seinni vóru sæddar í Norðoyggjum.

Var við til at stovna Det grønlandske selskab
Rasmus var saman við tveimum øðrum fyrrverandi kolonistjórum í 1905 við til at stovna Det Grøn­land­ske Selskab, sum skuldu arbeiða fyri grønlendskum áhugamálum. Hann hevði eisini fleiri uppskot í tí sambandinum. Í 1909 hevði hann uppskot um at læra grønlendskar kvinnur europeiskan ans fyri reinføri, ordan og sparsemi. Hann hevði uppskot um at stovna húsar­haldsskúlar í Grønlandi og eisini at senda grønlendskar kvinnur til Danmarkar at læra til sjúkrasystir og jarðarmóðir.
Í fyrsta umfari spurdist tó einki burtur úr.

Hevði uppskot um moskusoksar
Her er ein frásøgn um royndirnar hjá Rasmusi at fáa moskusoksar til Vesturgrønlands.
»På Knud Rasmussens første Thuleekspedition i 1912 i de nord­ligste egne af Grønland og bunden af Independence Fjord nedlagdes i alt 84 moskusokser.
Der opstod derfor hurtigt en bekymring for, at moskusokserne i Nordøstgrønland stod foran udryddelse.
Det førte til, at man allerede i 1913 på et møde i Det grønlandske Selskab seriøst drøftede mulig­heden af at overflytte moskusokser til Vestgrønland med det formål at give moskusoksen større territori­um og dermed flere over­levelses­muligheder. Forslaget blev fremsat af kolonibestyrer Rasmus Müller, der selv var en erfaren jæger, og det blev støttet af direktør Ryder, der især lagde vægt på, at flytningen ville gavne den vestgrønlandske kødforsyning.
Biologerne var allerede den gang delt i to lejre: På den ene side anbefalede bl.a. viceinspector ved Zoologisk Museum Herluf Winge projektet og var overbevist om, at moskusoksen ville have gode muligheder i Vestgrønland.
På den anden side advarede professor i zoologi ved Københavns Universitet H. F. E. Jungersen mod, at man blandede sig i naturens orden - selv om han dog gerne ville deltage i et redningsforsøg for moskusokserne! Projektet forblev dog teoretisk, alene fordi der savn­edes penge til at gennemføre det.

Minningarorð í Dimmalætting
Í februar 1917 vóru hesi minnigarorð í Dimmalætting um Rasmus:
Forhenværende Kolonibestyrer i Grønland, Justitsraad Rasmus Müller er afgaaet ved Døden efter en Øreoperation 63 Aar gammel.
Han var den ældste af Syssel­mand Müllers Børn. Kort efter sin Konfirmation traadte han ind i Forretningslivet, var først en tid i Mortensens Forretning i Tværaa, derefter ved Filialen paa Sand.
Videre uddannelse modtog han i Hillerød og hos Grosserer Seidelin i København. 1875 kom han ind i den Kgl. Grønlandske Handel. Han har bestyret de fleste af Sydgrønlands Kolonier i Godthaab, Julianehaab, Sukkertoppen og Holsteinsborg. Han lærte Sydgrønland at kende, ikke alene i egenskab af Koloni­bestyrer, men særlig ved sine Jagt- og Fisketure i det vidtstrakte Land. Der er faa, som har haft en saa indgaaende Kendskab til Syd­grøn­lands Folk og Natur som Rasmus Müller.
Han var et udpræget Frilufts­menneske, der befandt sig bedst, naar han med Bøssen over Skuldrene færdedes omkring og kunde iagt­tage Naturens Herligheder og Livets Mangfoldighed. Han har nedlagt sine Oplevelser og Under­søgelser i det interessante og omfattende Værk Vildtet og Jagten i Sydgrønland, der udkom 1906 med Understøttelse af Carlsbergfondet. Hans stærke interesse for Naturen og Livet var aabenbart en Arv fra Faderen, gamle Sysselmand Müller, hvis værdifulde Iagttagelser fra Færøerne vil være kendt af mange. Den store Viden og rige Erfaring, som Rasmus Müller efterhaanden samlede sig, stillede han gerne til Raadighed for de Ekspeditioner, der jævnligt gæstede Grønland.
Efter en 25 Aars Virksomhed ved den Kgl. Grønlandske Handel tog Rasmus Müller sin afsked i Januar 1900 og flyttede til Danmark, hvor han tog ophold i Haslev. Men hans Virkelyst og Interesse bandt ham ikke til Hjemmet. Han foretog jævn­lig Rejser, først og fremmest Jagtture saavel i Danmark som i Sverige. Herved stiftede han Bekendtskab med talrige Mennesker.
For nogle Aar siden deltog han i en Undersøgelsesekspedition til Sydgrønland for at finde Kobber og Grafitlejer. Efter Hjemkomsten blev han, der i Forvejen var Danne­brogsridder, hædret med Titlen Justitsraad.
Sine Fødeøer glemte han ikke, og han tilbragte flere somre her. Den sidste dag, han opholdt sig paa Færøerne, deltog han med Liv og Lyst i et Grindedrab i Midvaag. Efter hjemkomsten fra Grønland gjorde han Forsøg med at udføre Ryper til Færøerne, og disse Fugle trives paa de nordlige Øer.
I Sommer underkastede Justits­raaden sig en Operation for en Øre­lidelse, men han kom sig aldrig helt efter denne, og da man hørte, at han igen skulde opereres for den samme Sygdom, stod det klart for hans nærmeste, at det bar mod Døden.
Personlig var Justitsraad Müller en vennesæl Mand med et lyst Livssyn, jævn og bramfri i sin Færd, en Mand hvis Ord man trygt kunde stole paa, han var en konservativ Natur. Hans Hjerte og Haand var altid aaben for enhver, der trængte til hans Hjælp, og han var rundhaandet. Hans Gæstfri Hjem stod altid aabent for Færinger, og der er mange, der med taknemlighed vil mindes ham.
Justitsraad Müller var første Gang gift med en sønderjysk Dame, Frk. Anna Guldager, der døde kort efter Hjemkomsten fra Grønland. For nogle Aar Siden ægtede Justitsraaden Frk. Kristine Hansen, der besøgte Færøerne sammen med ham paa hans sidste Tur. Han efterlader sig ingen Børn.

Fekk byrsu frá Peary, sum fann Norðpólin
Kolonistjórarnir komu nógv í samband við menn sum komu til Grønlands á kanningarferðir. Ein av teimum, sum Rasmus kom í samband við var Robert Peary, sum var fyrsti maður á Norðpólinum í 1909. Hann ferðaðist í Grønlandi frá 1886. Á eini av sínum ferðum gav hann Rasmus sína byrsu. Hon er enn í ættini hjá Rasmusi í Føroyum, og tí kunnu vit hava mynd av henni í hesi grein.
Sigast kann, at Rasmus Müller hevur eisini verið ein merkisverdur persónur. Tíverri er ikki funnin nøkur mynd av honum.


Komandi partur verður frásøgn hjá Gutta Sørensen úr Hvannasundi, sum andaðist mánadagin beint eftir at hava givið sítt seinasta seinasta íkast til  søguna um sítt lív á sjógvi og landi.=A0 Síðani verða tveir partar um Poul, beiggja Rasmus Muller