Tað valdar nakað av ófriði í Chelsea í løtuni. Felagið hevur fingið nýggjan venjara í italska Maurizio Sarri, sum eisini hevur italska landsliðsspælaran, Jorginho, við sær úr Napoli.
Enskir miðlar skriva, at málverjin seinnu árini, belgiski Thibaut Courtois, ikki er møttur til venjing til ásetta tíð. Hann hevur verið settur í samband við Real Madrid í summar. Nú skrivar Dailymail, at Chelsea hevur í sinni at keypa Jan Oblak frá Atletico Madrid.
Trupulleikin við at keypa slovenska málverjan er, at hann kostar um 800 milliónir krónur, sum er met fyri ein málverja. Liverpool hevur júst sett nýtt met, tá felagið keypti Alisson Becker frá AS Roma fyri einar 450 milliónir krónur.
Hartil hevur Eden Hazard verið settur í samband við Real Madrid, meðan N’Golo Kanté skal verða ovast á listanum hjá Paris Saint-Germain. Úr Fraklandi ljóðar, at Chelsea tí nú ætlar sær Nabil Fekir, sum annars var á veg til Liverpool fyrr í summar.
Hvussu er og ikki, so skal onkur standa í mál, tá Chelsea leygardagin spælir móti Huddersfield í fyrsta umfarinum í Premier League. Chelsea tapti um vikuskiftið stórsteypadystin móti Manchester City. Tá stóð Wilfredo Caballero í mál.