Málmaskinan gongur títt hjá B36

Stefan Radosavljevic var tvífaldur málskjútti í 4-1 sigrinum ímóti TB, sum treiskaðist leingi

Á ólavsøku tapti TB 4-1 á Tórsvølli ímóti HB, og í kvøld er TB aftur á veg úr Gundadali og Tórsvølli við 4-1 tapi.

Í kvøld var tað B36, sum vann 4-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.

B36 hevur í trimum teimum seinastu dystunum vunnið fulla úrtøku við samlaða málmuninum 10-3.

Heimaliðið var omaná, men talan var á ongan hátt um, at TB varð niðurspælt.

Tvøramenn megnaðu væl at samanspæla og varðveita bóltin, og sammett við onkran av undanfarnu dystunum var tað meiri tyngd og broddur í álopspartinum.

Nú Ndende var leikbannaður, var Teitur Olsen í miðverjuni, og Poul Ingason var í álopinum saman við Nikolei Johannesen. Merkisvert var tað, at Ken Fagerberg, sum annars boðaði frá tíðliga í ár, at hann var givin at spæla, varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Eitt lítið korter var farið, tá ið Benjamin Heinesen, sum í kvøld var vongverji í vinstru, legði heimaliðið framum 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Poul Ingason til 1-1, og tað gav gestunum blóð á tonna, og tað var kanska ikki frítt, at heimamenninir í eina løtu ikki vóru heilt álvuligir við støðuna.

Eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Meinhard E. Olsen legði B36 framum 2-1, tá ið hann skoraði fyri tíggjundu ferð í ár. Harvið er hann B36 toppskjútti.

Fyrr í ár hevur tað verið strilið við málskjótingini hjá Stefan Radosavljevic, sum leingi var skaddur og síðani hevði ilt við at vinna seg aftur á besta liðið. Í kvøld – ímóti gomlu liðfeløgunum – skoraði hann tvey tey fyrstu málini í ár, og so vann B36 4-1.

Støðutalvan sigur, at tað serliga er í álopspartinum, at tað restar í hjá TB. Tí var tað hugaligt, at fyrrverandi TB álopsspælarin Ken Fagerberg, sum fyrr í ár gavst at spæla fótbólt, var eina løtu á vøllinum í kvøld. Um tað fer at gangast, sum hann og TB venjarin vóna, so verður meiri at síggja til hann næstu ferðirnar. 

 

B36 - TB 4-1 (1-1)

1-0: Benjamin Heinesen 14.

1-1: Poul Ingason 25.

2-1: Meinhard E. Olsen 58.

3-1: Stefan Radosavljevic 65.

4-1: Stefan Radosavljevic 65.

Dómari: Dagfinn Forná

B36: Rói Mørk Hentze - Hannes Agnarsson (Ragnar Samuelsen, 50.), Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen - Eli Falkvard Nielsen, Hugin Samuelsen (Andrass Johansen, 81.) - Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski (Magnus Holm Jacobsen, 74.), Meinhard E. Olsen - Sebastian Pingel

Gult kort: Sebastian Pingel

Venjari: Jákup á Borg

TB: Frederik Mehder - Eirikur M. Ellendersen, Teitur Olsen, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred - Samudeen Musah, Nikolei Johannesen (Andreas Midjord, 80.), Einar Thorsteinsson (Jens Erik Bruhn, 68.) - Poul Ingason (Ken Fagerberg, 63.)

Gult kort: Samudeen Musah, Jens Erik Bruhn, Frederik Mehder

Venjari: Michael Winter

##ms##