Jóna Birgit Nattestad hevur 16 olju-og akrylmálningar, og Torfinn Jacobsen hevur 10 akrylmálningar við á framsýningini í Miðvági. Leygardagin hin 30. april - tað er í morgin - tá ókeypis er at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar, verður málningaframsýning í hølunum hjá Kunningarstovuni/ Krígssavninum í Miðvági.
Tað eru Jóna Birgit Nattestad Olsen og Torfinn Jacobsen sum sýna fram.
Á framsýninginI hevur Jóna Birgit 16 olju-og akrýlmálningar, og Torfinn hevur 10 akrýlmálningar.
Framsýningin er opin frá klokkan 14 til 19. Høvi verður at fáa kaffi, te og køkur.