List
Leygardagin, 4. mai, læt hon upp listarframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við 14 acryl-málningum. Hópur av fólki var á framsýningin leygardagin, og sunnudagin vóru eisini nógv fólk inni á gólvinum.
Mánamorgunin, tá ið vit tosaðu við Eivør, var hon á veg til Íslands. Hon var sera fegin um undirtøkuna.
- Eg eri ovfarin og ógvuliga glað. Av teimum 14 málningunum, eg havi við á framsýningini, er bert ein eftir, sum ikki er seldur.
Framýningin er opin til 22. mai, men eingin málningur verður tikin niður, fyrr enn framsýningin er latin aftur. So, enn ber til at síggja allar málningarnar hjá Eivør.
Hugskotini úr Íslandi
Eivør sigur, at flestu málningarnir eru málaðir, meðan hon var í Íslandi. Bert einir tveir eru málaðir, síðan hon kom heimaftur.
- Øll inspiratiónin er úr Íslandi. Eg svam hvønn dag, meðan eg var har yviri ogsat nógv inni í damp-rúminum. Hugskotini til flestu málningarnar stava úr hesum rúminum. Fólkini, sum sótu í hesum rúminum, hugtóku meg ógvuliga nógv, eitt nú mátin, tey sótu. Hóast rúmið ikki vera serliga litríkt við fyrsta eygnabráð, sá eg ymiskar litir, og eg ímyndaði mær ymiskt, sum eg ikki sá.
Eivør sigur, at hon málar ikki abstrakt, men dámar kortini væl at brúka fantasiin og hava ein ?figur? sum tema í málarínum.
- Tað eru serliga hesi fólkini, eg var saman við í svimjihylinum og tað, eg sá, sum er inspiratiónin til listaframsýningina, sigur listakvinnan.
Rammurnar
Eivør sigur, at hon hevur bæði størri og smærri málningar, og allar rammurnar eru gjørdar í Íslandi, men hon hevur designað og beisað tær sjálv.
- Tað er ein timburmaður í Íslandi, sum ger rammurnar fyri meg. Eg vildi hava, at allar vóru eins í skapi, men ymiskar í stødd.
Spurd, hvussu dýrir hennara málningar eru, sigur hon, at teir liggja millum 2.000 og 4.000 krónur.
- Eg eri ógvuliga fegin um, at fólk hava keypt mínar málningar, men tað er ikki sørt, at
hetta er við blandaðum kenslum. Nú allir uttan ein eru seldir, virkar tað eitt sindur tómt, tí hetta er eitt arbeiði, eg sjálv havi gjørt og kenni hvørja detalju í.
Eivør Pálsdóttir hevur ongantíð havt málningaframsýning sjálv, men hevur áður verið við á framsýningum saman við øðrum.