Fyrsta umfari av ársins útgávu av Formuladeildini, har seinasti dysturin av avgreiddur í kvøld, var sjáldsama málríkt. Heili 25 mál vóru skotin tilsamans. Verður sæð burtur frá sjeynda umfari í 2002, har eisini 25 mál vóru skotin, so eru so nógv mál ikki skotin síðan tann 27. mai í 2001, tá 27 mál vóru skoraði.
Hendan dagin vann B36 millum annað minniliga 15-0 sigurin á FS Vágum, sum vágamenn róptu seg tá.
Úrslitini í fyrsta umfari av Formuladeildini í ár:
B36 - ÍF 4-0
HB - Skála 8-1
NSÍ - B71 2-1
EB/Streymur - KÍ 4-0
Víkingur - B68 4-1
Úrslitini tann 27. mai í 2001:
B36 - FS Vágar 15-0
VB - GÍ 1-2
EB/Streymur - B68 1-2
NSÍ - HB 2-1
B71 - KÍ 1-2