Málrættaður, trúfastur og eitt sindur naivur

Hóast Rói Egholm er fyrrverandi løgtingslimur fyri Tjóðveldi, eru hann og Kaj Leo Johannesen bestu vinmenn, bæði privat og í arbeiðshøpi. Vit hava prátað við hann um vinmannin, sum nú verður løgmaður.

Hóast Rói Egholm er fyrrverandi løgtingslimur fyri Tjóðveldi, eru hann og Kaj Leo Johannesen bestu vinmenn, bæði privat og í arbeiðshøpi. Eitt nú eru teir gubbar at børnunum hjá hvørjum øðrum og hava arbeitt saman í nógv ár, millum annað í fiskasøluni Farex, sum teir áttu saman.

Sambært Róa Egholm, er fleiri eyðkenni við Kaj Leo Johannesen sum menniskja og vinmann. Fremst av øllum nevnir hann, at komandi løgmaður er ómetaliga arbeiðssamur og málrættaður, tá hann setir sær eitthvørt fyri, og at hesin eginleikin helst fer at gagna honum væl í nýggja sessinum.

- Hann hevur eina góða framdrift og fær nógv frá hondini, tí hann letur seg ikki órógva av øðrum, sigur Rói Egholm.

Vinmaðurin vísir eisini á, at vinmaðurin, sum nú skal røkja løgmansembætið, altíð arbeiðir útfrá tí reina og lítur á tað góða í fólki.

- Kaj Leo Johannesen hevur onga fjalda dagsskrá og man veit altíð, hvar man hevur hann, sigur hann.

Rói Egholm vísir eisini á, at Kaj Leo Johannesen er ein góður liðspælari.

- Ein av bestu dygdum hansara er, at hann er trúfastur sum fáur – bæði í viðburði og mótburði, sigur Rói Egholm.

Skal vinmaðurin finna eitthvørt, sum er minni heppið við nýggja løgmanni, má tað vera, at hann kann tykjast nakað naivur viðhvørt.

- Kaj Leo trýr altíð uppá tað góða í fólki, og har kann hann blíva yvirraskaður, tá tey vísa seg frá hinari síðuni. Hann vil snøgt sagt ikki trúgva uppá, at fólk hava eina minni pena síðu.

Spurdur, hvussu hann roknar við at Kaj Leo Johannesen fer at roynast sum løgmaður, sigur Rói Egholm, at eins og allir aðrir nýggir løgmenn, skal hann brýnast eitt sindur og at venja seg við, at nú er hann ein eisini ein stovnur.

- Hann verður eitt fínt umboð fyri Føroya land, tí hann er ein savnandi og trúfastur persónur, sum vil tað góða, sigur Rói Egholm um vinmannin, sum nú verður løgmaður.