Fótbóltur
GÍ fekk av at vita, at tá tær komu til Klaksvíkar sunnudagin. Longu tá farið var til hálvleiks, var støðan 6-0 til KÍ, og tá dysturin var blástur av, vóru ikki færri enn 12 mál á muni.
Sum skilst úr Klaksvík, so sigur úrslitið tað mesta av tí, sum sigast skal um dystin. Talan var um einvegis ferðslu úr enda í annan, og á GÍ liðnum mundu tær eina mest hugsa um, nær tíðin hjá dómaranum var runnin, soleiðis at sleppast kundi av vøllinum.
Við sigrinum halda KÍ kvinnurnar framhaldandi beina kós móti meistaraheitinum, og sum støðan er, er ilt at síggja, hvør kann steðga teimum. Gaman í hevur árið víst, at serstakliga B36 og B68 kunnu geva liðnum góða móstøðu, men hinvegin hava nógvir av sigrunum hjá KÍ verið somikið sannførandi, at tað er ilt at ímynda sær, hvussu annað av árstalsfeløgunum skal kunna basa KÍ, umframt at sýna tann stabilitetin, sum krevst, um tær eisini skulu framvið oddaliðnum í samlaðu støðuni.
Hjá KÍ vóru málskjúttarnir sunnudagin: Rannvá Andreasen 5, Malena Josephsen 4, Vivann Bjartalíð 2, Elsa Maria Simonsen 1, Jensa Sirdal 1. Málið hjá GÍ skeyt Judy Justinunssen.