Málskjótingin setti met

Fótbóltur: Tað gekk, sum tað plagar at tørna út í 3. deild, tá Sumba og TB tilsaman taptu 20-0 í málríkasta umfarinum nakrantíð í 1. deild

Fótbóltslandsliðið fór í fyrradagin av landinum, og í hesi vikuni er mest spennandi spurningurin, hvussu tað fer at gangast okkara monnum, tá teir í annaðkvøld fara at stríðast í Sarajevo og Bosnia, sum vit hava hoyrt so nógv syndarligt um í so mong ár. Vit vóna sjálvandi øll, at tað fer at gangast Allani Simonsen og hansara monnum væl har niðri, men vit ásanna samstundis, at uppgávan verður ógvuliga torfør. Í blaðnum í dag hava vit eitt sindur frá landsliðnum, og landsdysturin fer eisini at seta sín dám á ítróttarsíðurnar í morgin og aftur fríggjadagin. At Føroyar spæla landsdyst í morgin ger, at umrøðan av 1. deild kvinnum og 3. deild ikki verður í blaðnum fyrrenn hósdagin.


Fleiri met

Tilsaman vórðu tað hesa ferð skotin 33 mál. Hetta er tað mesta, síðani 1. deild í 1988 varð víðkað úr átta og upp í tíggju lið, og okkum kunnugt er tað ongantíð áður komið fyri, at so mong mál eru skotin í einum umfari.

Tað er heldur ikki komið fyri áður, at tveir dystir í sama umfari eru endaðir 10-0. Metið í málskjóting í einum dysti hesi árini er ellivu. Tað er tiltikið, tá KÍ á heimavølli í 1990 vann 6-5 á MB, eftir at miðvingar høvdu verið á odda 4-0. Í fjør og í fyrraárið vórðu ellivu mál skotin í einum dysti. Í fjør vann B36 8-3 móti ÍF í Gundadali, og í fyrraárið vann HB 9-2 móti TB á Sevmýri.

Tað er komið fyri áður, at lið hava tapt meiri enn 10-0. Tá ÍF fyri knapt tríati árum síðani royndi seg fyri fyrstu ferð í 1. deild, løgdu teir rygg til nøkur veldug tap, m.a. vann HB bæði 14-2 í Gundadali og 13-1 í Fuglafirði ímóti teimum.


Botnurin leyp úr

Tað var ikki óvæntað, at TB fór at tapa í Klaksvík, og at Sumba á heimavølli fór at tapa móti B36. Í báðum førum var tað toppur móti botni.

Men tað var óvæntað, at tapini fóru at vera so stór. Hetta ber samstundis boð um, at tey bæði suðuroyarliðini eru sera illa fyri. Síðani summarsteðgin hevur Sumba tapt tríggjar dystir 0-22, og TB hevur fingið eitt stig við málmuninum 1-13. Um sjálvsálitið og hugurin hjá spælarunum at stríðast fáa eitt skot fyri bógvin, so er einki at siga til tað. TB er trý stig frá at sleppa undan beinleiðis niðurflyting, og við úrslitunum hjá sumbingum síðani summarfrítíðina í huga er tað framvegis ikki óhugsandi, at tvørámenn fara at sleppa av aftasta plássinum, men so krevst tað, at okkurt kemur í stigaposan sum skjótast.

Komandi umfar hittast hesi bæði suðuroyarliðini á Sevmýri. Annan sunnudag skal TB norður til Fuglafirðar, og skuldi tað hent, at TB vinnur báðar hesar dystirnar, so eru teir í handavend komnir rættuliga fitt frá aftasta plássinum.


Órímuligt krav til GÍ

Stríðið í Europa Cup bara hálvt annað samdøgur undan longu ferðini til Vágs var ov mikið hjá GÍ, sum mátti lúta í Vági. Í tíggjunda umfari vann GÍ 5-1 móti NSÍ. Í ellinta umfari vann NSÍ 4-1 móti VB, og hesa ferð vann VB 3-1 móti GÍ. Tað er ikki rímuligt, at skráin hjá Europa Cup liðum er so krevjandi, sum hon var hjá GÍ í síðstu viku.

GÍ tapið ger, at teir eru trettan stig frá oddaliðnum, og við allari virðing fyri gøtumonnum, so kunnu vit sláa fast, at tað vinna teir ikki inn aftur. Spurningurin er, um teir fara at megna at vinna stríðið um eitt pláss í Europa Cup, har teir hava verið fimm ár á rað. Teir skulu vinna seks stig inn á B36 fyri at røkka triðja plássinum, sum kanska fer at geva rætt til luttøku í UEFA Cup, og tað skulu gøtumenn megna, samstundis sum teir hava strævna ferð niður til Ungarn og dyst móti MTK at hugsa um.


Framvegis spenningur

Í toppinum høvdu úrslitini hesa ferð við sær, at HB styrkti um sína oddastøðu. Ikki at teir fóru longri frá KÍ, enn teir vóru undan umfarinum, men heldur at nú er eitt umfar minni at fáa HB aftur í.

Klaksvíkingar eru framvegis næstu kappingarneytarnir hjá HB. B36 hevur tikið seg nógv fram og er nú á heiðursmerkjaplássi, sum í løtuni gevur rætt til luttøku í Europa Cup komandi ár.

Bæði HB og KÍ skulu sunnudagin spæla torførar útidystir. KÍ skal til Runavíkar, og HB skal til Gøtu. Um KÍ missir stig, og HB vinnur komandi sunnudag, so er FM kappingin so at siga avgjørd, og so verður ikki nógv meiri enn æran at spæla um, tá HB fer til Klaksvíkar 20. september. Men um HB missir stig, og KÍ vinnur komandi sunnudag, so kann talan gerast um sannan gysara, tá HB fer til Klaksvíkar.

Hóast sannførandi sigurin til KÍ móti TB, so eru klaksvíkingar ikki so støðugir, at tað kann roknast við, at teir vinna hvørja ferð, og hóast HB vann móti NSÍ, so vísti avrikið bæði hesa ferð og tá HB tapti móti B36, at oddaliðið er at tosa við.

Tí kunnu vit síggja fram ímóti einum sera spennandi vikuskifti, og spenningurin um FM heitið verður varðveittur nakað afturat.


Stórur munur

Í 2. deild kappast leirvíkingar og sandoyingar um beinleiðis uppflyting. Bæði liðini vinna hvørja ferð, og halda tey fram við at gera tað, so verður tað rættuliga avgerandi, tá oddaliðini bæði hittast í Leirvík leygardag 5. september.

Eitt samrøðuevni, sum aftur og aftur verður tikið fram, er, hvussu støðið í 2. deild er sammett við 1. deild. Hesa ferð vann LÍF 1-0 á heimavølli móti næstbesta GÍ liðnum, sum stríðist fyri lívinum í 2. deild, og B71 vann 2-0 á heimavølli móti teimum næstbestu hjá NSÍ, sum eru aftast í 2. deild. Fyrr í summar vann besta liðið hjá NSÍ venjingardyst móti LÍF. Úrslitið var 13-0! Men tað skal ikki leggjast so nógv í, siga teir í Leirvík, tí dysturin vardi í tríggjar hálvleikir, og NSÍ setti fleiri ferðir fleiri frískar menn inn.

Men nú ræður tað fyrst og fremst um stríðið í krígsherjaða Bosnia-Hersegovina. Vit ynskja landsliðnum alt tað besta í annaðkvøld, og vit vóna í blaðnum í morgin at frætta har niðri frá.