– Men nú havi eg tað øgiliga gott. Vit vóru favorittar, vístu eisini betra spælið og B36 skapti ikki nógv, hóast teir gjørdu uppgávuna trupla hjá okkum. Men tað var ikki fyrr enn fyrsta málið hjá okkum, at vit fingu tamarhald á dystinum, metti sviin.
Samuel Holmén vísti á, at B36 bara skuldi hava eitt mál, tí so var javnt og neyðugt við umdysti, og tað sat onkursvegna í høvdunum á fleiri av hansara liðfeløgunum.
Nógv hevur verið tosað um, at graslíkisvøllurin var ein fyrimunur hjá B36. Hetta metti Holmén tó ikki eftir dystin. – Nei, tað gekk skjótt fyri seg, so tað var einki at tosa um, segði hann uttan fyri umklæðingarrúmi eftir dystin.