Málsliga nýmenning í landafrøði við máta

Rolf Guttesen heldur, at ósemjan um meginreglurnar at navngeva heimin er ikki so stór. Hann hevur rætt. Men ein munur er. Hann vil steðga nýmenning í føroyskum og av neyð góðtaka okkurt hevdvunnið. Alt annað skal vera fremmant. Tað gongur ikki. Vit skulu nýmenna føroyskt á øllum økjum - við máta. Og okkum nýtist als ikki fleiri bókstavir til hetta

 
Í kronikk fríggjadagin 28. januar í Sosialinum nevndi eg, at Rolf Guttesen tykist vera tíðarvilstur, tí hann hevur ikki fatað, hvør ný­menning er farin fram í føroyskum frálærutilfari seinastu mongu árini, og hvussu væl hon hevur eydnast. Nevndi eisini, at hann sigur ósatt, tá hann fyrigyklar fólki, at allur heimurin skrivar landanøvn eins eftir altjóða reglum, tí tað gera heimsins lond ikki. Helt so eisini, at Rolf málsliga tykist liva í einum keypmannahavnskum veruleika frá umleið 1977.
 
Kanska var tað framligt at skriva so, men eg fái ikki komið til aðra niðurstøðu, tá eg hoyri og lesi tað, Rolf Guttesen sigur um at gera føroyskt atlas. Orðið farofobi hevur onkuntíð runnið fram fyri meg, tá eg havi hoyrt og lisið hann. Rolf tykist hava so stóra angist fyri øllum føroyskum, at tað er lívið um at gera, at alt, sum verður skrivað í føroyska atlasið, verður so lítið føroyskt sum gjørligt. Tað er stórt spell, tá atlasið nú er føroyskt.
 
Rolf Guttesen er uttan iva dugna­ligur fakliga, men hann er merkis­verdur at eygleiða, tá hann skrivar lesarabrøv og tíðargreinir. Hann svarar í ymsum leiklutum. Tá hann svarar eitt nú Árna Dahl, fer hann í víggj við málsliga purismu og er púra upproyttur um onkra mál­reins­ara­kós, ið einaferð var. Tá hann svarar mær, er hann landa­frøðiliga fakligur í sínum grund­gevingum, men framvegis rættiliga pástaðiligur og heilt fegin um at brúka útrópstekn.
 
Meksiko sjálvandi
Kanska er hetta ikki so løgið, tí orðaskiftið um heimsatlasið gongur í fleiri løgum. Ein stríðsspurningur er, um vit skulu seta orð á heimin við exonymum ella endonynum. Exonym er hátturin at skriva nøvnini eftir egnum skriftnormi. Endonym er at skriva nøvnini, sum tey verða skrivað lokalt. Ongin kann út í odd og egg brúka bara annan háttin. Øll lond brúka báðar hættirnar. T.d. skriva danskarar Tjekkiet fyri Céska og Prag fyri Praha.
 
Samstundis sum vit togast um exonymini og endonymini, vilja summi vera við, at føroy­ing­ar eru innibyrgdir og av­mark­aðir, tí nakrir latínskir bók­stavir ikki standa í føroyska stav­rað­num, ið er grundarlagið undir stav­set­ingar­reglunum í móður­máls­orðabókini og øllum landsins skúla­­bókum. Ein grundgeving fyri, at vit mugu seta t.d. x og c í stavraðið, hevur verið, at vit uttan trupulleikar mugu kunna skriva Mexico sum onnur.

Men hendan grundgeving held­ur als ikki. Vit hava ks í føroyskum, og okkum nýtist tí ikki x. Vit hava eisini s og k í føroyskum, og tí nýtist okkum heldur ikki c í stavsetingini. Men sjálvandi finnast hesir stav­ir í t.d. fremmandaorðum og fólka­nøvnum, og vit brúka teir eisini lystiliga, tí so mangt er sprottið úr útlendskari stavseting. Vit brúka eisini å, tá vit skriva Århus, og vit skriva ü, tá vit skriva t.d. Lützen og Müller, hóast hesir stavir ikki eru í føroyskum.
 
Summi hava sagt, at um føroyingar skriva Meksiko, so er hetta at gera seg inn á ikoniska stovnin í orðinum Mexico. Hesin pástandur man koma av, at fólk hugsa danskt ella spanskt. Tí veruleikin er, at eisini kroatar, serbar, finnar, bulgarar og koreanar skriva Meksiko. Á egnan hátt. Í Italia verður landið stavað Messico, og aðrastaðni verður tað skrivað Messiku, Mekzik og Mehhiko. Í Spania verður tað eisini ofta skrivað Méjico.
 
Bókstavurin x er altso ikki nakar kardinalspurningur í navninum Meksiko, og í ongum av nevndu londum hevur nakar nakrantíð tosað um at víðka stavrað ella broyta heimligu stavsetingina, bara tí onnur lond verða stavað við bókstavum, sum ikki finnast í londunum sjálvum. Men tað gera vit í Føroyum. Av tí, at danskarar skriva t.d. Mexico, vilja summi hava x og c í føroyska stavraðið og føroyska stavseting.
 
Hetta er ikki nøkur haldgóð grund­geving yvirhøvur, og tað er heldur ikki nøkur haldgóð grundgeving at skriva landanøvn á donskum og enskum, bara so vit skulu kunna googla tey so lættliga sum gjørligt. Tað kunnu vit jú gera á enskum. Skriva t.d. Týskland í Google, og tú finnur hvørki Deutschland, Germany ella Allemagne. Men munnu vit ikki finna landið kortini, tá vit leita á enskum? Akkurát sum onki.
 
Tey skriva Katar
Latið okkum taka eitt annað dømi. Okkum tørvar als ikki q í før­oyskari stavseting, bara tí dansk­arar, onglendingar og arbarar skriva Qatar við q. Heilt natúrliga skriva kekkar, hollendingar, estar, týskarar, ungarar, pollendingar, slovakar, slowwwvenar, turkar, bulgarar, russarar, serbar, ukrainar, grikkar og armenar hetta landanavnið Katar. Onnur skriva tað Catar og Kataru.
 
Vit síggja her, at lond hvørt um annað velja sær k-ljóðið úr k, q ella c. Í føroyskari stavseting fáa vit k-ljóðið burtur úr k og ikki q ella c, og tí kunnu vit væl og virðiliga bara brúka k. Men velja vit, tá vit skriva hetta landanavnið, at skriva tað á arabiskum, Qatar, so hava vit valt eitt endonym og ikki eitt exonym, Katar. Tað kunnu vit gera. Men vit kunnu eisini velja Katar.
 
Vit kunnu sostatt ikki óumhugsað kroysta nýggjar stavir inn í før­oyska stavseting. Tað heldur ikki. Hava fólk ilt við at stava í dag, so verður hvaðna verri, tá q, c og x eru komin í stavsetingina. Tí skulu vit tá skriva charmerandi heldur enn sjarmerandi? Skulu vit skriva citrón og ikki sitrón? Ella circus heldur enn sirkus? Ivist stórliga í, um nakar málfrøðingur vil leggja navn til tann ruðuleika, ið við vissu tekur seg upp, um nakað so fyrilitaleyst hendir.
 
Og so aftur til Rolf Guttesen. Ósemj­an um landanøvnini er ikki so stór, eins og hann púra rætt vísir á. Burgundarhólmur, Grøn­høvda­oyggjar og Bjørgvin munnu fara at verða broytt. Men onki forgjørt er í, um vit skriva Meksiko, Venesuela og Katar eftir føroyskari stavseting. Og exonymið Kili man vera komið fyri at verða. Hetta er málslig nýmenning, men hon skal avgjørt gerast við máta, og eg ivist ikki í, at Føroya Skúlabókagrunnur fer at gera eitt gott atlas til okkum øll, sama hvar Kili so endar.
 
Áhugavert er annars at vera á ferð á heimasíðuni hjá Føroysku Mál­nevndini, har ymsir orðalistar og aðrar áhugaverdar upplýsingar um mál eru at finna. Á hesi heimasíðu er eisini ein listi yvir landanøvn og tjóðir. Har standa m.a. hesi snøggu nøvn: Afganistan, Aserbadjan, Avstralia, Ekvador, Fílabeinsstrondin, Gana, Jemen, Kamerun, Katar, Kekkia, Kolumbia, Kuba, Liktinstein, Mosambikk, Móri­tania, Sveis, Tansania, Ukraina og Vene­suela.