Á donskum verður tað kallað ‘autoværn’ – hesin lági gelendarin, sum skal forða fyri, at bilar fara útav og kanska rulla fleiri hundrað metrar oman.
Á føroyskum hevur orðið ‘bilverja’ verið brúkt, og tað riggar ikki illa.
Men nú sigur tann føroyska orðabókin, at hendan verjan skal eita – vegstokkur. Lesarin hvøkkur við. Øll kenna orðið ‘stokkur’. Vit hava stokkastovur, sum eru gjørdar av vatnrøttum viðabulum. Konur hava ofta stokkar við, tá ið tær fara at vitja. Tað, sum varar stutt ella munar lítið, kann kallast stokkutur hiti. Og tað, sum á skipi eitur ‘lúnning’, verður á báti kallað stokkur. Um bát, sum er søkklaðin, kann verða sagt, at “hann fleyt um stokkarnar”. Hetta hendi ikki so sjáldan við torvbátum, og mangur góður føroyingur er druknaður av hesi orsøk. Tað er kanska myndin við árabátinum, sum hevur fingið orðasmiðin at gera orðið ‘vegstokkur’ um bilverjuna. Men hvussu beinrakið er hetta? Tá ið eingin normalur føroyingur hevur nakran kjans til at gita sær til, hvat tað nýggja orðið merkir, so er orðið ikki gott. Er lesarin stokk-konservativur, so fara hansara tankar at ferðast á leiðum, sum einki hava við bilkoyring og ferðslutrygd at gera. Hann fer at hugsa um ommuna, sum altíð hevði stokkarnar frammi og mangt fløvandi plaggið legði úr hondum. Ella hann hugsar sær, at tað er vegristin, sum nú verður gjørd við tjúkkum stokkum. Men er lesarin ikki afturhaldin, kanska heldur framfýsin fyri ikki at siga radikalur, so leggur hann bara tann óforstáiliga tekstin frá sær og mutlar: Hasin orðafrøðingurin er ordiliga forstokkaður. (MT)