Málveitsla av eini aðrari verð

Skal tað vera veitsla, so lat tað vera veitsla, hugsaði Jermain Defoe helst, tá hann við fimm málum var høvuðsarkitekturin handan størsta sigurin hjá Tottenham nakrantíð

FÓTBÓLTUR

Bert einaferð áður hevur eitt lið gjørt so nógv mál í einum og sama dysti, síðani besta enska fótbóltsdeildin fekk navnið Premier League. 9-1 gjørdist endaliga úrslitið av dystinum millum Tottenham og Wigan, sum varð avgreiddur seinnapartin sunnudagin.
Í marsmánaði í 1995 vann Manchester United 9-0 á Ipswich. Henda dystin var heilt stóra hetjan Andy Cole, sum gjørdi fimm mál.
Tað sama gjørdi Alan Shearer, tá Newcastle vann 8-0 á Sheffield Wednesday í september 1999.


Fimm mál upp á 36 minuttir
Sunnudagin 22. november 2009 gjørdi Jermain Defoe fimm mál í knúsandi stórsigrin hjá Tottenham á Wigan. Harvið er hann tann triðji leikarin, sum ger tað bragdið, tað er at skjóta fimm mál í einum dysti.
Merkisvert er, at teir tríggir, sum hava skotið fimm mál í einum og sama dysti í Premier League, allir eru enskir landsliðsleikarar.
Somuleiðis er tað vert at hefta seg við, at Defoe um vikuskiftið gjørdi tað næstskjótasta hattrickið í Premier League nakrantíð, tá hann brúkti sjey minuttir um at gera trý mál. Í 1994 skoraði Robbie Fowler trý mál upp á fýra minuttir og 33 sekund, sum er metið.
Fowler gjørdi tó ikki fleiri mál í tí dystinum, men tað gjørdi Defoe sunnudagin. 18 minuttir eftir hann skoraði fyrstu ferð sunnudagin, setti Defoe bóltin í kassan fyri fjórðu ferð. Og upp á 36 minuttir skoraði hann fimm mál – øll fimm í seinna hálvleiki!
Harvið hevur Defoe eisini tryggjað sær fyribils heitið sum toppskjútti í Premier League. Hann hevur gjørt 11 mál, sum er eitt meira enn Fernando Torres hjá Liverpool.
Alt hetta prógvar, at Jermain Defoe er serstakliga væl koyrandi í løtuni. Fyrr í ár gjørdi hann eitt hattrick, og hann varð kosin besti leikarin í Premier League í augustmánaði.

Eitt øgiligt talent
Jermain Defoe er førddur 7. oktober 1982. Alt byrjaði í Charlton, men sum 16 ára gamal gjørdi Defoe sáttmála við West Ham. Har var hann partur av ungdómsliðum felagsins, áðrenn hann varð leigaður út til Bournemouth í triðbestu ensku deildini.
Har gjørdi hann 19 mál í 31 dystum, áðrenn hann kom aftur og tørnaði út fyri West Ham.
41 mál í 105 dystum gjørdist tað til hesa tíðina, áðrenn Tottenham keypti hann fyri 6 milliónir pund.
Í Tottenham royndist Defoe væl. 64 mál gjørdi hann frá januar 2004 og fýra ár fram. Tá keypti Portsmouth hann leysan úr sáttmálanum. Fyrsta hálvárið gjørdi Defoe átta mál, og seinna hálvárið gjørdi hann níggju. Tilsamans 17 mál í 36 dystum, áðrenn Tottenham valdi at keypa mannin aftur til felagið.
Tað var í januar í fjør og síðani hevur maðurin fleiri ferðir prógvað, at tað var ein røtt avgerð hjá Tottenham.
Hann hevur tó ongantíð endaliga staðfest, at hann skal roknast millum bestu áleypararnar í Premier League.
Enn hevur Defoe ongantíð verið toppskjútti, enn hevur hann ongantíð vunnið nakað nevnivert og enn hevur hann ongantíð umboðað eitt felag, sum stríðist um heiðursmerkini.
Tað er nevniliga stórur munur á at umboða eitt felag, sum oftast liggur og stríðist fyri at teljast millum seks tey bestu í landinum, og so at spæla við einum liði, sum dagliga stríðist fyri at vera í toppinum og spælir altjóða fótbólt á hægsta støði.
Við øðrum orðum hevur Defoe higartil ikki verið mettur at vera nóg áhugaverdur fyri Chelsea, Manchester United, Arsenal ella Liverpool.
Heldur ikki enski landsliðsvenjarin tykist hava nóg stóra tiltrúgv til Defoe. Tá Fabio Capello setir sítt lið, er tað oftast við Heskey og Rooney fremst. Defoe er eykamaður og tað hevur hann verið nógv.
Talentið hevur maðurin altíð havt. Spurningurin er, um hann nú er í ferð við at prógva, at hann skal vera meira enn ein eykamaður og ein góður spælari hjá Tottenham?