Neistin-Tjaldur 42-24 (15-12)
Neistaliðið hevði greiðan setning, tá teir leygardagin fóru á vøllin at leika móti Tjaldri. Tvey stig skuldu fáast til høldar, um leiðslan niður til vestmenningar skuldi varveitast.
Hetta tóktist heldur ikki at verða nøkur ógjørlig uppgáva at loysa, at tí meðan Neistin higartil í endaspælinum hevur vunnið allar sínar dystir, so hevur Tjaldur enn einki fingið burtur úr teimum tíggju ferðunum, sum teir higartil høvdu verið á vøllinum.
Brendu nógv
At byrja við kundi tað fyri ein uttanfyristandandi tó vera torført at síggja, hvat av hesum liðum var ovast og hvat var niðast á stigatalvuni. Neistaliðið tóktist alt ikki at taka uppgávuna í álvara, og hóast teir ongantíð lótu Tjaldur fara fram um, so megnaðu teir hinvegin heldur ikki at toga seg burtur frá mótstøðuliðinum.
Orsøkirnar til hetta vóru helst fleiri, men mest sjónliga var, at neistaverjan var sum ein opnahjallur. Líkt var til, at teir royndu seg við 4-2 verju, sum helst er ætlað at bremsa vestmenningum við um eina viku, men henda riggaði alt annað enn væl. Teir fýra inni á linjuni megnaðu als ikki at tippa holini, sum komu í verjuna av hesum, og serliga í høgra verjuborði var víðopið.
Onnur orsøk var eisini, at neistaleikararnir brendu eitt hav av opnum málmøguleikum. Serliga Heini var stóri syndarin í hesum, men samstundis eigur Sjúrður í tjaldursmálinum eisini rós uppiborið fyri sítt avrik.
Dómaraseðilin og stuttur
Beint sum seinni hálvleikur byrjaði gjørdist sjónligt, at neistaleikararnir nú ætlaðu sær at skúgva allan iva um henda dystin til viks.
Tá tíggju minuttir vóru leiktir, hevði Neistin skorað átta ferðir, meðan Tjaldur bert hevði fingið tvey mál í sín part, og eftir hetta var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin hjá heimaliðnum skuldi verða.
Talan gjørdist at enda um ein rættuliga sannførandi sigur, og í fleiri førum varð leikluturin hjá runavíkingum avmarkaður til at vera passivir áskoðarar til eina uppvísing frá heimaliðinum, har leikararnir nærum kappaðust um, hvør kundi gera flottasta málið.
Betri gjørdist støðan ikki, tá Tummas Magnussen, sum helst hevði verið frægasti tjaldursleikarin fram til tá, fekk reyða kortið frá dómaranum, men tá var longu somikið langt útliðið, at alt kundi gera tað sama. Málini rapaðu framvegis inn, og eftir dystin var sjónligasta prógvið um hetta, at dómaraseðilin gjørdist ov stuttur, til at skriva allar málskjúttarnir á.
Heim at bíða eftir StÍF
Hoast trivaliga sigurin, so mundu neistaleikararnir eftir dystin helst frøðast um, at enn tvey stig vóru komin í tunga stigaposan. Málmunurin hjá hinum gulbiðlunum, VÍF, er somikið góður, at tað verður ikki við hesum, at Neistin skal gerast føroyameistari.
Hetta vóru leikararnir eisini greiðir um eftir sigurin, og tí mundu teir helst fara heim í teirri vón, at StÍF 24 tímar seinni skuldi rætta teimum eina hjálpandi hond, soleiðis at teir kundu sleppa undan at spæla ein altavgerandi seinasta dyst móti VÍF í Vestmanna.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Áki Olsen 17 (4), Heini Joensen 12, Finnur Hansson 6, Jákup Sverri Kass 2, Kári Mortensen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Helgi Justinussen 1, Elmar Ósá 1, Áki Mørk 1
Tjaldur: Tummas Magnussen 8 (1), Kári Hansen 7, Sverir Justinussen 4, Dánjal Hansen 3, Arnfinn Langgaard 1, Jónstein Petersen 1
Brotskøst:
Neistin 4, Tjaldur 1
Útvísingar:
Neistin 1, Tjaldur 2
Diskvalifikatión:
Tjaldur 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli:
Bjarni Wardum og Rúni Mohr