Toppdysturin í kvinnudeildini millum EBS/Skála og KÍ endaði 3-3. Talan var um lyklauppgerð millum meistaraliðið úr Klaksvík, og EBS/Skála, sum trý tey seinastu árini hevur verið argasti avbjóðarin hjá meistarunum.
Heimaliðið legði seg framum beinanvegin, og støðan var 1-0, inntil sjey minuttir eftir steðgin, tá ið KÍ javnaði.
Síðsta stóra korterið vórðu fýra mál skorað. EBS/Skála legði seg framum 2,1, men tíggju minuttir skoraði KÍ tvey mál eftir lítlari løtu og legði seg harvið framum 3-2. Seks minuttir undan leikloki javnaði heimaliðið til 3-3, sum eisini var støðan, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Harvið eru bæði EBS/Skála og KÍ framvegis ósigrað.
ÍF/Víkingur vann í dag 2-1 á heimavølli í Sarpugerði ímóti B36.
EBS/Skála-KÍ 3-3 (1-0)
1-0: Ansy Sevdal 5.
1-1: Liljan Jacobsen 48.
2-1: Bjarta Djurhuus 68.
2-2: Maria K. Thomsen 82.
2-3: Hervør Olsen 84.
3-3: Randi Fagradal 86.
ÍF/Víkingur-B36 2-1 (1-1)
1-0: Dania Olsen 9.
1-1: Ásla Johannesen 16.
2-1: Hjørdis Rasmusdóttir 54.
B68-HB 0-5 (0-2)
0-1: Jónvá Hentze 4.
0-2: Elin Maria Isaksen 14.
0-3: Jónvá Hentze 58.
0-4: Milja R. Simonsen 60.
0-5: Milja R. Simonsen 63.