Málverjastyrkur

Ætlaði álopsstyrkurin verður av ongum, men hósdagin kom nýggjur málverji kom til felagið hósdagin

Hondbóltur

Tað hevur leingi ljóðað, at B36 í ár skuldi hava tilgongd av einum brasilskum álopsleikara, sum seinastu árini hevur roynt seg í íslendskum fótbólti.
Nú er tó líkt til, at hesin styrkur verður av ongum. Kristian á Neystabø, formaður í B36, váttar, at álopsleikarin helst tekur eitt ár afturat í Íslandi. Ikki minst tí hann hevur fingið at vita, at hann við einum fimta ári í Íslandi kann fáa íslendskt pass.
Hinvegin hevur B36 nú aftur ætlanir um at styrkja seg á málverjasessinum. Eftir at danski Henrik Bødker varð vigaður og funnin ov lættur, varð annars roknað við, at Tróndur Vatnhamar sat tryggur á hesum sessinum, men nú tykist hann kortini fáa kapping.
Talan er um ein 25 ára gamlan litaviskan málverja, sum áður hevur leikt á høgum støði í Russlandi. Komandi tíðina skulu bæði hann og felagið kunna seg um hvønn annan, áðrenn støða verður tikin til, hvørt talan verður um sáttmála ella ikki.