Málverjin er nøgdur við sína verju

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Niklas Simonsen heldur føroyska verjan stóð væl, og heldur liðið hevur ment seg nógv

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við málverjan Niklas Simonsen, sum størsta partin vardi føroyska málini teir tríggjar EM-undankappingardystirnar føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti spældi í Sveis ímóti Sveis, Makedonia og Montenegro. Í dag gjørdist so talan um eitt 12-23 tap ímóti sterka sveisiska liðnum.

 

Niklas Simonsen heldur føroyska verjan hevur staðið væl, og tað hevur ikki rapað inn við 35-40 málum, sum tað hevur gjørt í undankappingum undanfarin ár, og tað er Niklas Simonsen nøgdur við. 

 

Mett í mun til undankappingini í Ísrael fyri tveimum árum síðani heldur Niklas Simonsen, at talan er um framburð og menning.