Gleðihátíðin, familjuhátíðin, jólahátíðin – mammuhátíðin stendur fyri durum. Tankarnir leita heim á klettarnar, heim til tín góða mamma, tú sum ikki longur er millum okkum.
Lagnudagurin var tann 12.august 2009, tann dagin fekst tú tín dóm. Tá byrjaði sorgin, hjá tær og hjá okkum öllum. Boðini vóru „ALS“, tann harðasta dómin, ið nakar kann fáa – ein deyðadóm. Sorgin nívur hóast vit vita at tú vildi sleppa vekk, vildi fáa frið. Men hví tú? Órættvíst at ein so lívsglað, smílandi og fitt kona skuldi uppliva slíka pínu. Sálarliga pínan var tó tyngri enn tann likamliga pínan. Kampurin varði í 1 ár, 11 mánaðir og 1 viku, tá vann sjúkan. Tú var sterk, var ein sonn hetja líka til tað seinasta, eisini har royndi tú at gera tað lættari fyri okkum sum stóðu tær nær. Nakað sum eyðkendi alt títt lív, tú livdi fyri tíni nærmastu. Tað sást væl í öllum tí tú gjördi, tí tú skipaði fyri - fyri at gleða onnur, sum dömi kann eg nevna yvirraskilsið tá babba varð 60 ár, ferðin til Turkalands – hetta, og mangt annað, eftir at sjúkan var farin at gera um seg. Góð minnir.
Góða mamma, saknurin er stórur. Tú var ikki tann sama ta síðstu tíðina áðrenn árarnar vórðu lagðar inn, men vit minnast teg sum tú var áðrenn sjúkan tók yvir. Altíð so blíð og gevandi, ommubörnini hövdu so nógv at siga fyri teg, tú lýsti sum ein sól tá tey vóru hjá tær, eisini fyri tey vildi tú vera sterk. Tann stóri vinahópurin vísti eisini hvat fyri menniskja tú var, tað var ikki ein dagur har eingin kom á gátt – tað hevði nógv at siga fyri teg og okkum. Eg vil nýta hövið at takka öllum sum vóru um teg, tað gav tær nógv, ein ávísan tryggleika, ið gjördi lívið eitt sindur lættari hóast alt.
Tíðin lekir sár er sagt, kanska einaferð. Eg minnist teg sum ta bestu mammu nakar kann hugsa sær, eg syrgi fyri at Teitur og Marianna minnast ommu sína sum tað góða menniskja tú var – tú ert ljóslivandi í minninum. Marianna tosar ofta um teg, ja hvönn dag, hon er vís í at omman nú bæði kann tosa og dansa – tað eri eg eisini vís í, tað er ein lítil uggi í tí. Hvört kvöld tá vit syngja „Góða mamma, eg vil sova“ leita tankarnir til tín mamma. Í sanginum sigur „Har man Jesuspápi búgva, vakrar blómur vaksa har; hagar hvítir einglar flúgva, flúgva einaferð við mær“. Har ert tú nú, í blómugarðinum saman við hinum vökru, hvítu einglunum. Blómur vóru títt yndi – og eru tað ivaleyst enn.
Til seinast vil eg takka öllum sum vóru um teg, góða mamma, meðan sjúkan herjaði á. Ingeborg gumman - har var fáur dagur sum datt burtur í millum, takk fyri tað. Babba fær eina serliga heilsan, tú var kletturin góði babba. Takk.
Góða mamma, hvíl í friði. Eg sakni teg. Allir ljósir einglar fylgja tær.
----------
Jólaheilsan, Elin.