Mín lítla Bíbliu eskja

Heimamissiónsforlagið hevur givið út nýggja barnabók. Talan er um fýra smáar bøkur í eini eskju

Eskjan eitur »Mín lítla Bíbliueskja«, og bøkurnar eru:
Smáar bønir
Bønir, beinleiðis úr Bíbliuni, sum til dømis:
Tosa við meg, góði Gud.
Eg vil liva mítt lív fyri teg, og eg lurti eftir, hvat tú hevur at siga mær.
Bøn Sámuels
úr 1. Sám. 3,10

Smáir sálmar
Sálmar beinleiðis úr Bíbliuni, sum til dømis:
Góði Guð,
Lær meg hvat tú heldur vera rætt og rangt, og eg skal lýða.
At gera tað rætta fer at geva mær gleði.
Tað fer at geva mær størri gleði enn allir heimsins pengar
úr Sálma 119,33-36
Smáar signingar
Signingar beinleiðis úr Bíbliuni, sum til dømis:
Guð signi teg og taki sær av tær.
Guð veri góður ímóti tær, og hjálsamur í tí góða.
Guð sær teg í kærleika og gevur tær sín frið.
úr 4. Mós. 6,24-26
Smá orðatøk
Orðatøk beinleiðis úr Bíbliuni, sum til dømis:
Vís virðing fyri teimum gomlu. Tey eru týdningarmikil, og tú mást vísa tað í tínum aburði mótvegis teimum.
úr 3. Mós. 19,32
Bæði bøkurnar og eskjan eru vakurt prýddar við myndum. Edward Poulsen hevur týtt innihaldið úr enskum.
? Bøkurnar kunnu verða ein góð hjálp hjá vaksnum, tá tey skulu læra børnini at skilja tað, sum stendur í Bíbliuni, sigur Heimamissiónsforlagið.