Mín meining

Eg las inni á Portalinum í kvøld, nú ið ein dagsferð er eftir av 2008, at Jóannes Eidesgaard ger seg til talsmann fyri ætlan um at krevja bústaðarskatt frá sethúsaeigarum, samstundis sum lønarskatturin skal lækkast

Hetta er fyri at síðustilla leigarar og eigarar, og eisini fyri at fanga teir stóru DIS, NIS og FAS-fiskarnar, ið óhindraðir svimja gjøgnum meskarnar í skattatrolinum.

Vælsignaði hugsandi fólk, at gerið ikki hesa dáragerð.

Tað er mestsum eitt lívsverk at fáa sær eini hús.

Øll vilja eiga hesi somu hús. Bankarnir lata fígging, tá hús skulu byggjast ella keypast, og hetta lán verður afturgoldið ígjøgnum eitt drúgt áramál, - við skattaðum pengum, rímiligvís. So hevur verið tosað um, at tá lánið er goldið, og lønin er avloyst av pensjónini, kunnu fólk lívbjarga sær við at eta frívirðið í húsunum upp, til bankin aftur eigur húsini, og minnist meg rætt, var meiningin, at mann kann búgva har, so leingi mann livir.

Nú er so ætlanin, at tá fólk eldast, - tey, ið hava lagt lunnar undir samfelagið, ið so aftur tænir okkum øllum, - so skulu tey, ið hava goldið húsini hjá sær, gjalda framvegis, - nú til landið, av tí at tey eiga húsini, tey búgva í. Og ein skal hvørki vera frøðingur ella nakað annað fyri at skilja, at um fólk ikki eiga ríkiligt av peningi, tá pensjónin avloysir lønina, so er bara ein spurningur um tíð, til tey ikki hava ráð longur at eiga húsini. Tað sigur seg sjálvt: Situr ein á einum flaka, og verður noyddur at saga eitt petti fyri og annað eftir av flakanum, so er hann burtur um eina tíð, um einki tilfar er við hondina at bøta við.

Hvar skulu fólk tá fara? er ætlanin at gróðurseta slum-økir í landinum? Ha?

Veðurlagið hjá okkum er fínasta slag, tá vit hava heit klæðir og góð hús, men tað riggar ikki til at vera heimleysur í.

Tað eru so nógv viðurskifti, ið eg ikki skilji, men um myndugleikarnir ætla at gera so stór inntriv, at fólk skulu krevjast eftir bústaðarskatti, - er tað tá ikki líka lætt, heldur at krevja lønarskatt frá øllum borgarum sum njóta gott av samfelagnum?

Lønarskattur er ein samfelagsskylda. Bústaðarskattur er revsing.