Mín meining, um loysing frá Danmark!

Eg meini sjálvur ikki, at tíðin er røtt, til eina loysing frá Danmark.

Poul Johannes Poulsen (Pollurin)

í Viborg




Tí so leingi, at vit enn ikki hava uppá byrja tí nógv umtalaðu oljuboring, og eru en ikki uppá byrjaðir, at leita eftir oljuni, sum nú skal vera undir ? grundini við Føroyar. Og at eingin olja er funnin enn. Og alt er enn við tað ósikra, um nøkur olja nu er har...

»Vil eg sjálvur meina, at tíðin ikki er tann heilt rætta enn til at Føroyar, kunnu loysa seg úr ríkisfelagsskapinum við Danmark, og skulu standa á egnum beinum, og royna at klára seg heilt sjálvir...

So vil eg meina, at vit føroyingar mugu síggja tað soleiðis, at vit ikki enn kunna klára okkum sjálv enn. Um ein kreppa nú brádliga skuldi vundið seg upp aftur í Føroyum. Men tað kunnu vit nú klára, um vit nú forsatt eru ein partur av Danmark, og blíva verandi undir Danmark, eina tíð enn, møguliga í nøkur ár enn, um tað nú skuldi verið neyðugt...«

Vit mugu fyrst og fremst, finna tí olju, ið møguliga nú skuldi verið undir undirgrundini við Føroyar. Og eisini nú finna hana, og fáa vunnið okkurt heilt gótt við oljuni, og tíð møguligu tryggu og góðu inntøku, (vinnu) til landið, er blivin ein heilt tryggari, um nú oljan veruliga verður, og eisini er har. Og blívur, og er okkara ogn...

»Tástaðni vil eg meina at, tá er tíðin tann rætta, at hugsa tann tankan, um at Føroyar tá skuldi nú roynt at staðið á egnum beinum. Og standa heilt uttan fyri Danmark...

Ja! Tá er ein loysing frá Danmark, tann rætta tíðin. Og slett ikki fyrr...!«

Tú veist ikki um vit nú eru keyptir ella seldir. Um ein loysing frá Danmark kemur áðrenn oljan nú er funnin, v. m...

Tí, eitt er sikkurt og vist, og tað burdu allir Føringar vita, sum hugsa seg væl og gott um...

Og tað er at fara nú Føroyar úr felagsskabinum við Danmark áðrenn, ja;; Nú!

»Ja! So stendur aftur ein nýggj Kreppa, og lúrir beint uttan fyri okkum, um loysing vil henda nú (áðrenn)...

Og tað vil, smildra alt tað, ið er; og bleiv tá uppaftur bygt, frá tí sístu kreppu, ið rakti Føroyar í 1992. Og hon vil vera nógv verrið hesa ferð, um kreppan nú kemur. Tí tá er slettis eingin hjálp frá Danmark, sum tað var fyrr, og tá verður ringt, at fáa tað heila uppaftur á føtur aftur, eftir einari kreppu, tað er vist og satt...!«

Vónandi stemma teir flestu føringar, eitt fyribils (N E I.) Tá tann tíðin kemur til at tað tá skal stemmast, (atkvøðast) um Føroyar skal nú loysa seg frá Danmark...

»Stemmið heldur (JA ! ) tá ið oljan er funnin, og inntøkan (vinnan) er tryggari enn hon er nú.! Um eitt nýtt val skuldi komið aftur eina ferð í framtíðini...«