Mín ringa samvitska

Ferðslutrygd: - Nei, eg má bara viðganga at tað er ikki hent tað stóra í hesum málinum, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Tórshavnar Kommunu í stuttari viðmerking við Oyggjablaðið.

Tórshavnar kommuna, og sum Kollafjørður gjørdist partur av 1. januar 2001, stendur fyri nógvum avbjóðingum, eisini á tí økinum sum eitur ferðslutrygd.

Boði Haraldsson er tó heilt erligur og viðgongur, at júst hetta arbeiðið í Kollafirði hevur ikki verið nóg nógv raðfest.

- Hetta er mín ringa samvitska, staðfestir hann.

Ein orsøk til hetta er, at ein hevur vantað eina serstaka ætlan fyri ferðslutrygdina í kommununi, og herundir sjálvandi eisini Kollafjørð. Ein ískoyti til hetta tjakið finst aðrastaðni í hesum Oyggjablaðnum.

Ein slík ætlan fer at leggja tær stóru linjurnar fyri ferðslutrygdina, men sjálvandi er ikki alt gjørt bert við eini ætlan.

- Neyðugt er eisini við resoursum, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur. - Spurningurin er hinvegin, um tað skal kosta so øgiliga nógv fyri at tálma ferðsluna.



Okkurt má gerast

Borgarstjórin, Heðin Mortensen segði seg skilja umstøðurnar hjá kollfirðingum, tá teir handaðu honum unirskriftirnar í november 2006.

Hann var sinnaður at taka málið upp við umsitingina í býráðnum, og at hitta stigtakararnir aftur til ein fund rímiliga skjótt.

Eitt slíkt mál sum hetta hoyrir natúrliga heima í teknisku nevnd, men ferðslunevndin verður sjálvandi eisini ein týðandi partur í viðgerðini av hesum máli.

Hann skuldi beinanvegin fara at útvega sær eitt yvirlit yvir bygdirnar og vegirnar í økinum, og síðani var ætlanin at tosa saman aftur.

- Tað eru jú tit sum vita, hvar trupulleikarnar eru. Okkurt má í øllum førum gerast her, segði borgarstjórin við ídnu kollfirðingarnar í november 2006.