Mínar sólbrillur, Mjólkarvirki Búnaðarmanna og Haribo

     

Eg havi keypt mær einar sólbrillur. Einar sum kunnu klipsast upp á brillurnar, tit vita. Tað er faktiskt sera praktiskt. Og sera einfalt at seta uppá brillurnar, hevur tú gjørt tað nakrar ferðir, og ikki ert so klombrut sum eg. Var í Århus í mai og keypti mær tær tá. So skuldi ikki verið meira at skriva um hetta heldur óinteressanta keypið, men so er ikki. Alt møguligt er hent við brillunum og við mær í sama sambandi síðani tá.
Eg eri ein nokkso ótólin og busut typa, leggi ting alla møguliga staðni, men ikki brillurnar. Eg veit altíð hvar tær eru av tí einføldu orsøk, at eg ikki síggi, tað eg eigi, eri eg ikki í teimum. Havi hoyrt onkran siga, at tey hava brillurnar á, og tey taka tær av. Tað hevði verið spell hjá okkum brillubrúkarum, um brillur vóru tiknar av soleiðis mitt í øllum. Tá hevði verið glymur dansur. Og lítið at gjørt hjá brillumonnum- og kvinnum kring landið. Tað eru jú ikki øll, sum tola linsur. Tekur man eisini tær á og av? Ella fert tú í linsurnar og fert úr teimum aftur?
Aftur til sólbrillurnar. Leggi tær varisliga í hylkið, og so í taskuna tá sólin ikki skínur. Veit næstan altíð hvar tær eru. Øðrvísi er tá eg skal klípa tær upp á brillurnar. Tá gongur ikki fyri seið órstortslig sum eg eri. Tað minnir mestsum um, tá eg lati bommpakkan upp frá Haribo og øll bommini sproyta út á gólv. Hevur tú ikki onkuntíð staðið við einum pakka við bara trimum piratos eftir í? Er tað ikki tað mest irriterandi? Havi hug at meyla til Haribo við hvørt og spyrja, um ikki onkur har er, sum kann royndarupplata pakkarnar, áðrenn teir fara út á marknaðin. Hinvegin, kanska er ein ætlan við hesum. Kanska vilja framleiðararnir, at vit skulu niður á øll fýra at skimast í allar ættir undir sofur og borð og strekkja okkum eftir 17 bommum í ymsum støddum og litum. Tað gevur jú eitt sindur av motión. Ella hvat sigur tú um V6 tyggigummipakkan? Tað er næstan á vísindaligum støði. Har gevi eg skarvin yvir við brestin. Ella tá eg lati mjólkarpakkan upp frá búnaðarmonnunum. Tað grettir ikki, at eg klippi í skeivum enda. Sama er, tá eg skal lata upp melispakkar. Lati teir upp í botnunum. Hetta kemst nú meira av dølskni. Rætt skal vera rætt. Havi líkasum ikki tað praktiska í mær, tá tað snýr seg um sovorðið óinteressant, men neyðugt. Fari slettis ikki at siga tykkum frá, hvat hendir, tá eg klippi hol í rómapakkan. Lat tað fara. Men eg kann avdúka, at vit hava hund. Hondina á hjartað - eg geri tað ikki við vilja. Heima hjá okkum sæst á pakkunum, hvør hevur latið teir upp. Tað heldur Jógvan Norðbúð vera nokkso stuttligt og sjálvfylgiligt.
Nú er løtan komin til eitt hjartasuff í sambandi við búnaðarmenninar. Súrróma/jogurtíløtini! Hví fer lokið sundur í fleiri strimlar, tá eg skræði tað omanav? Sama hvussu eg ómaki mær, grettir tað ikki. Tað deilir seg konsekvent sundur. Tað má vera gjørligt í 2003 at framleiða eitt lok, sum ikki minnir mest um frynsarnar á einum bundnaturriklæði, tá tú tekur tað omanav. Her kundi eg hugsað mær at mint á, sum eg onkuntíð geri, at tá tað bar til at fara á mánan í 1969, so skuldi eisini borið til í hesi so framkomnu øldini at gjørt einfaldar jogurtlok-skræð-omanav-loysnir, men nú siga tey fyri mær, at tað slettis ikki passar, hatta við mánanum, so nú riggar hatta líkasum ikki longur. Sjitt.
Ná. Nú kom eg aftur heilt burturfrá sólbrillunum. Tíverri klípti eg tær so ófantaliga uppá brillurnar ein fagran summardag, at tvær kløður av berari frustratión duttu av. Nú var verri, tí tær hingu og dinglaðu beint upp og niður fyri annað eygað og gjørdu ikki Dávanyttu.
Var aftur í Århus í august, so eg vitjaði brilluhandilin, tá vit kortini vóru har um leiðir, og segði sum var. Tey vóru bæði blíð og týð og søgdu, at eg skulu fáa nýggjar ókeypis kløður. Ikki fyri tí. Talan var hvørki um Gucci, Armani ella Dior sólbrillur, men hinvegin, so var eingin orsøk ikki at gera tær aftur, tí nýggjar vóru tær. Klørnar vóru ikki tøkar beint tá, so eg fekk tær ikki við mær. Tey bjóðaðu sær at senda tær til dóttrina í Århus og glað var eg.
Onkursvegna kom klutur í adressurnar, og heimafturkomin til Føroya lá grønur lepi frá Postverkinum á Óðinshædd um., at okkurt var komið til mín, og teimum vantaði eina vørurokning. Eg visti, at hetta vóru sólbrillurnar. Vørurokning hevði eg onga, tí hetta var bert ein evarska lítil umvæling. Kostaði kanska 50 oyru. Orkaði ikki at ringja til Danmarkar um hesa bagatelluna, so eg tók grøna lepan í taskuna, og gjørdi av at ganga niðan á posthúsið eftir loknan arbeiðsdag og royna mítt besta at sleppa undan alt ov nógvum roksi, sjálvt um eg kenni mannagongdirnar hjá Toll og Skatt á hesum øki. Royndi at billa mær inn, meðan eg stríddi meg eftir Hoyvíksvegnum, at óivað fór hetta at ganga, og kanska kundi eg sníkja meg fram til eina lættliga loysn í samráð við onkra fitta posthúskonu. Nú sigi eg sum heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum: Les meira!
Tað regnaði av grimd, tá eg legði leiðina móti Óðinshædd, og tá eg trein innum á posthúsinum minti eg mest um eitt hvíttklætt huldufólk. Buksurnar vóru dýggjvátar og løgdu seg sum tveir skitnir, vátir borðklútar um leggirnar, og tað sá út, sum um eg var í ongum! Paraplyin, sum fleiri ferðir vendist við, minti mest um eina spjálkandi grindalokk, og eg fekk næstan ikki lagt hana saman, sum hon peigaði í allar ættir.
Konan við diskin var fryntlig, tá eg rætti henni lepan og segði míni ørindi. Hon hugdi at mær við eygum fullum av samkenslu og segði, at eg mátti tosa við tollararnar, men teir stongdu kl. 16.00, og nú var klokkan 16.30, so eg mátti koma aftur eina annan dag. "Á, hugsaði eg. Koma aftur ein annan dag, nei, ikki tími eg at koma aftur ein annan dag". Knappliga kendist tað, sum eg stóð í lítla hyli í svimjiylinum. Sera vátt. Tá eg hugdi niður, rann regnið so lystiliga niður eftir øklunum og hvarv niður í skógvarnar. Skvatlar, mutlar.... Helt meg hoyra onkran murra "Eins og áarstreymur rennur". Kanska var tað bara innbilling. Hvussu var og ikki var hetta ikki rætta løtan at biðja meg koma aftur ein annan dag.
Hvussu nógv roks kann standast av einum sólbrillum? So umráðandi var tað nú heldur ikki. Segði henni, at hon bara skuldi senda brillurnar aftur til Danmarkar, so fekk eg dóttrina at fara inn at heinta tær, og so sendi hon mær tær heimaftur í einum vanligum brævbjálva. Abra kadabra. Ella fari eg at biðja handilin í Danmark koyra tær í skrell og so keypa mær einar nýggjar hjá Poul Einar. Haldi, at eg fari at gera tað. Keypa mær einar frá Poul Einar. Tað er so nógv lættari.