Míni lesarabrøv eru til tann politiska orðloysingin Heðin Mortensen

Hósdagin tann 10. apríl var at lesa í Dimmalætting, at Heðin misnýtir skattapengar, og tað undrar meg ikki. Heðin ger bert tað, sum er best fyri hann sjálvan í tí politiska lívinum, og tað hava vit sæð hann gjørt áður

At Heðin hevur fólk at skriva lesarabrøv fyri seg er í lagi, men at hann fer í kommunukassan eftir pengum at gjalda fyri síni egnu lesarabrøv, haldi eg ikki vera í lagi, og tá er líkamikið um rokningin er stór ella lítil.

Tann 28. februar 2007 skrivaði eg um íbúðarbyggingina á hamrinum á Argjum, og tað var til Heðin Mortensen.

Tann 2. mars 2007 skrivaði eg um grovt embætismisbrúk vegna egið endamál, og har var borgarstjórin í Havn eisini nevndur.

Tann 16. oktober 2007 skrivaði eg: “at tað var ómoralskt av Heðin Mortensen”, og har fekk eg eitt aftursvar frá honum, sum eg haldi, at hann sjálvur hevur skrivað, tí tað aftursvarið var á so lágum støði. Hann fór eftir einum felagið hjá undirritaða, sum ikki var til.

Tann 23. oktober 2007 skrivaði eg eitt aftursvar til tann ómoralska borgarstjóran, og eg skrivaði til síðst í aftursvarinum: “PS.Vælsignaður Heðin ger sum tú plagar, fá onkran at at skriva fyri teg, tí tú megnar ikki at skriva nakað sjálvur, tað er jú alment kent.; Men eg ætlaði ikki, at skattgjaldarin skuldi rinda fyri tíni lesarabrøv.

Somuleiðis kann ein spyrja, um tað er rætt at skattgjaldarin skal rinda fyri dagføring av tínari heimasíðu, har nógv av tilfarinum er goldið úr kommunukassanum.

Nøkur av mínum lesarabrøvum eru at lesa á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum sum er; www.samband.fo

Heðin Mortensen sigur í miðlunum, at hann verjir umsitingina ímóti ávísum býráðslimum, tað er rein undaførsla! Hava býráðslimir nakað at klaga umsitingina fyri, tekur man tað upp innanhýsis fyrst, og ikki í miðlunum.

Eg skilji væl, at kunningarfólkið er farið úr starvi í kommununi, tá hann ikki sleppur at gera tað, sum hann er settur til. Tá ið man hevur sæð kunningarfólkið og Heðin Mortensen saman, hevur kunningarfólkið sum oftast havt eitt myndatól um hálsin, so kann man spyrja seg sjálvan, um kommunan heldur hevur brúk fyri einum myndafólki, so leingi sum Heðin Mortensen er borgarstjóri.

PS. Tú skalt vera vælkomin at svara hesum lesarabrævi Heðin Mortensen, men fær ikki í kommunukassan fyri at rinda fyri aftursvarið, tí hetta lesarabrævið, eins og undanfarnu, eru ikki vent ímóti umsiting ella Býráðnum.