- Í mínum eygum hevur løgmaður lagt frá sær, men hann vil behalda sessin.
Tað segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tá hann gjørdi viðmerking til ólavsøkurøðuna hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, í tíðindunum hjá FM1 á middegi í dag.
Formaðurin í Fólkaflokkinum helt lítið um røðuna hjá løgmanni, og saknaði serliga, at løgmaður kom við onkrum boðskapi.
- Í røðuni var eingin boðskapur. Man hoyrdi ein løgmann, ið royndi at reypa sær av øllum pengunum, ið hann hevur brúkt, har pengarnir hava fossað út úr landskassanum. Men har var eingin boðskapur, segði formaðurin í Fólkaflokkinum.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.