Mær dámar bæði Beyonce og Arch Enemy

Millum tær 300 fløgurnar hjá Arna Zachariassen er bæði poppur og rokkur, tær spegla fjøllbroytta tónleikaáhugan hjá gittarsnillinginum úr I am og Braquet, vit hava biðið hann valt tær fimm, ið hava havt størstu ávirkanina á hann.

Arni Zachariassen hevur í bólkunum I am og Braquet víst seg sum ein gávuríkan gittarleikara. ið er tekniskt sera væl fyr. Í hesum døgum gera hann og hinir í Braquet seg klárar til eina stóra konsertferð í USA. Ein konsertferð, ið kann gerast stóra gjøgnumbrotið hjá kristna føroyska rokkbólkinum. Ein konsertferð, sum Arni og hinir gleða seg ordiliga nógv til.
Vit hava prátað við Arna, um hvør tónleikur hevur givið honum størsta íblásturin. Hetta fyri at síggja hvat tað er, ið er drívmegin aftan fyri fingrarnar, ið ferðast av strongi til strong við 200 km/t.
 
Fevnir breitt
Arni eigur einar 300 fløgur, og tær fevna breitt. Her er alt frá alternativum rokki hjá Frank Zappa til sólkendan popp hjá Beyoncé Knowles og aftur til tungan deyðsmálm hjá Arch Enemy.  Arni heldur tað vera rættiliga torført, at nevna nakað, ið allur tónleikurin hevur til felags, ella sum eyðkennir góðan tónleik. Men sjálvandi er ávíst, ið honum ikki dámar. Poppur skal t.d. helst antin vera melidiøsur ella eitt sindur kitjuttur, greiðir Arni frá.
Ein fløga, ið hann júst hevur keypt, er fløgan hjá Poppkorn, og hesa fløgu dámar honum ordiliga væl. Hann heldur sjálvur, at tað, at hann lurtar eftir nógvum ymiskum tónleiki, hoyrist aftur í hansara lagaskriving. Tí hóast hann spælir rokk bæði í I am og Braquet, so eru onnur rák at hóma í tónleikinum.
 
Torført at velja
Fløgusavni er stórt, so her eru nógvar fløgur at velja ímillum, og Arni situr eisini eina góða løtu, áðrenn hann er liðugur við listan av teimum fimm fløgunum, ið hava havt størstu ávirkanina á hann:

 
The Yngwie Malmsteen Collection, Polygram 1991
Eg hevði hoyrt um Yngwie, at hann spældi ótrúliga skjótt og vildi tí gjarna hoyra hann. Eg fann hesa fløguna inni hjá <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?n Tyril&quot;$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$, syskinabarninum, og hon broytti mítt lív. Eg eigi nú allar fløgurnar hjá Yngwie. Eg haldi ikki, at nakar gittarspælari kemur uppá knøini hjá honum.<BR> 
Clickhaze - EP, Tutl 2003
Clickhaze var besti og týdningarmesti føroyski bólkurin nakrantíð. Tey broyttu føroyska tónleikaheimin og allir góðir føroyskir bólkir síðani hava verið ávirkaðir av teimum. EP skapur eisini ein longsul í mær. Tað var ein stórur missur fyri føroyska mentan, at Clickhaze góvust. Eg hevði vilja havt sangir sum "Wall of Silence" og aðrar á fløgu.
 
Tim Christensen - Secrets on Parade, EMI 2000
Mær dámar nógvan danskan tónleik, men Tim og Dizzy vóru ein opinbering fyri meg. Tað er okkurt við sorgblíða huglagnum og naivu erligheitini, sum nemur okkurt í mær. Mær hevur eisini altíð dámt, at Tim var so væl spældur. Hann er ein góður gittarspælari og bæði Dizzy og solo-útgávurnar eru merktar av góðum spæli.
 
Petra - Praise: The Rock Cries Out, Sony 1989
Eg fekk hetta bandið kopierað, tá ið eg var 5 ella 6 ár. Og dugi alt bandið uttanat, so nógv lurtaði eg eftir tí. Petra var fyrsti bólkurin, sum eg veruliga elskaði. Tað var við at lurta eftir teimum, at eg fekk hugin at spæla gittar av fyrstan tíð. Tað var óveruligt at endiliga møta teimum í fjør.
 
Dream Theater - Scenes From A Memory, Elektra 1999
Hetta má vera ein tann fløgan, ið eg havi lurta mest eftir. Eg haldi, at hon er eitt meistaraverk, ein perfekt blanding av tí stórsligna og tí einfalda, av tí progressiva og tí popputta. Eg skrivaði enntá høvuðsuppgávu í student um hesa útgávuna. Karakterurin var ikki heilt líka góður sum fløgan, men tað snakka vit minni um... :)